Fótbóltur

Stigamet í Moldova

Við javnleikinum móti Moldova hevur føroyska kvinnulandsliðið tryggjað sær 2. plássið í bólkinum, umframt at tær hava fingið met nógv stig í einari UEFA-kapping.

(Myndir: Jóhanna Thomsen/FSF)

(Myndir: Jóhanna Thomsen/FSF)

2025-05-31 16:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum móti Moldova fríggjakvøldið endaði við javnleiki, 1-1, og við hesum hevur Føroyar ikki bara tryggjað sær 2. plássið í bólkinum men eisini metnógv stig.

Við javnleikinum koma Føroyar upp á 10 stig, og er tað tað mesta, ið kvinnnulandsliðið hevur fingið í nakrari UEFA-kapping, skrivar FSF.

Til samanberingar endaðu Føroyar í 2023 uttan stig í seks Nations League-dystum.

Les eisini: Føroyar hava tryggjað sær 2. plássið í bólkinum

[object Object]

[object Object]

Javnleikurin fríggjakvøldið hevur eisini við sær, at tað verður torført at enda millum tveir teir bestu 2-ararnar av seks møguligum, og harvið vinna seg víðari í kappingini.

Í roknskapinum millum 2-ararnar telja stigini ímóti nummar 1 og 3 í bólkinum, og har hava Føroyar 4 stig, meðan Kosovo og Kýpros hava 6 stig hvør.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Slovakia, sum fríggjadagin vann heili 11-0 á Gibraltar, og sum vitjar á Tórsvølli komandi týskvøld, er fremst í bólkinum við 15 stigum. Føroyar hava 10 stig, Moldova hevur 4, og aftast í bólkinum er Gibraltar við ongum stigi.

Dysturin millum Føroyar og Slovakia verður á Tórsvølli týsdagin 3. juni klokkan 18. Atgongumerki kunnu keypast í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder