Føroyskir hondbóltsfjepparar hava leygarkvøldið møguleikan at senda kvinnulandsliðið væl avstað til søguliga HM-endaspælið í Týsklandi.
Fyri Føroyar byrjar tað mikukvøldið 26. november klokkan 19.30 - við dysti móti Montenegro sum var seinasta gestaliðið við Tjarnir.
Tað var í EM-undankappingardysti 18. oktober. Tríggjar dagar frammanundan spældu, og vunnu, Føroyar í Íslandi. Í morgin vitjar Ísland við Tjarnir, áðrenn liðini ferðast saman til Týsklands og endaspælið mánadagin.
![]()
Føroyar og Ísland spældu í Reykjavík 15. oktober. Nú bresta tey saman aftur (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Myndir: HM-hópurin fyrireikaði seg við at spæla móti dreingjaliði
FM og Portal gera nógv burturúr - og nógv verður gjørt burturúr í høllini
Talan er um týðandi fyrireikingardyst fyri Føroyar. Og Hondbóltssambandið og stuðlar hava spíla seg út við upphiting.
Dyrnar við Tjarnir lata upp klokkan 16.30. Nósi vitjar, kappingar - um millum annað hvør kastar harðast - eru á skránni, og so verða hoppiborgir og andlitsmáling.
til ber at keypa atgongumerki her
FM1 sendir beinleiðis og hevur eisini eina upptakt frá klokkan 18.30
Á Portalinum verður beinleiðis bloggur, við myndum og teksti, og aftaná taka vit saman um við tí og við samrøðum.
HM-fyrireikingardystur
Leygardagin 22. november
19.00: Føroyar - Ísland
Fylg við á FM1 og á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald