Fótbóltur

Stórdystir á skránni 2. páskadag - til ber at fylgja við á FM1 og Portalinum

FM1 sigur frá trimum av fýra dystum í dag, har millum annað KÍ og Víkingur bresta saman - grannauppgerð verður í Gundadali klokkan 18. Eftir tann dystin verður tikið saman um umfarið í sendingini 3. hálvleikur.

Víkingur vitjar í Klaksvík, har nógv stendur uppá spæl: KÍ hevur spælt tveir javnleikir á rað og skal renna aftaná serliga NSÍ. Skal Víkingur veruliga nakað millum tey fremstu liðini, er helst neyðugt at fáa stig í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

Víkingur vitjar í Klaksvík, har nógv stendur uppá spæl: KÍ hevur spælt tveir javnleikir á rað og skal renna aftaná serliga NSÍ. Skal Víkingur veruliga nakað millum tey fremstu liðini, er helst neyðugt at fáa stig í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-06 08:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

NSÍ legði seg, við sigri á Svangaskarði leygardagin, á odda í Meistaradeildini hjá monnum. Hetta var í fyrsta dystinum í 4. umfari, og harvið legði NSÍ nakað av trýsti á hini liðini, sum helst skulu kappast í oddinum.

[object Object]
Støðan í deildini undan dagsins dystum

Hini fýra liðini, sum vanliga verða roknað í "topp-fimm" hittast í dag. Víkingur vitjar í Klaksvík klokkan 15, har kanska serliga greipuvinnararnir munnu kenna seg kroystar.

Klokkan 18 er grannauppgerð í Gundadali, har HB skal reisa seg eftir tapið í Sarpugerði mikukvøldið, og har fyribils tættasti avbjóðarin hjá NSÍ kann verða funnin.

[object Object]
HB og B36 bresta saman til eina týðandi, og mest sannlíkt spennandi, grannauppgerð í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

FM1 sigur sjálvandi frá hesum báðum dystunum, og eisini frá dystinum á Argjum har AB kann byggja á góðu byrjanina: Uppflytararnir kunnu vinna seg á eitt 2. pláss, um alt eydnast væl hjá argjamonnum, sum taka ímóti 07 Vestur.

Vit fylgja eisini gongdini í dystinum á Skála, har EB/Streymur vitjar, og bæði liðini av álvara hava tørv á trimum stigum. 

Til ber at fylgja gongdini í dystinum ovast á Portalinum

Skráin fyri dystirnar í 4. umfari í dag:
Mánadagin 6. apríl (2. Páskadag)

15.00: 
KÍ - Víkingur (FM1)
AB - 07 Vestur (FM1)

17.15: Skála - EB/Streymur

18.00: HB - B36 (FM1)

Leygardagin 4. apríl
B68 - NSÍ 1-2 (0-1)

Sí eisini: NSÍ er nú oddalíð í Meistaradeildini

Frá nakað eftir klokkan 19.30 - eftir seinasta bríksl í Gundadali - verður tikið samanum á FM1 við sendingini "3. hálvleikur"

Lurta eftir FM1 her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder