Fótbóltur

Stórdysturin á norðoyastevnu kann flyta nógv í oddanum

Um NSÍ vinnur, so er heilt tætt millum liðini aftur, men um KÍ vinnur, so verður ógvuliga trupult at fáa ósigraða liðið aftur.Brakið byrjar klokkan 19 - tríggir dystir eru áðrenn, og til ber at fylgja við ovast á Portalinum.

Lagt er upp til tættan og inntensan dyst fyri stórari áskoðarafjøld í Klaksvík í kvøld - tað kann enda við at munurin verður eitt stig á muni í oddinum  men eisini, at tað verða sjey stig (Mynd: Jens Kr. Vang)

Lagt er upp til tættan og inntensan dyst fyri stórari áskoðarafjøld í Klaksvík í kvøld - tað kann enda við at munurin verður eitt stig á muni í oddinum men eisini, at tað verða sjey stig (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-05-31 14:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í 12. umfari í fremstu mansdeildini verða spældir í dag.

Nú klokkan 15 spæla FC Suðuroy og B36, og klokkan 17.15 byrja tveir dystir í Eysturoynni.

Stórdysturin verður í Klaksvík klokkan 19, har KÍ tekur móti NSÍ. Nógv meira enn sjálvt Norðoyastevnusteypið er uppá spæl har

Betrideildin 12. umfar
Leygardagin 31. mai
15.00: FC Suðuroy - B36

17.15: 
EB/Streymur - 07 Vestur
B68 - TB

19.00: KÍ - NSÍ

Hósdagin 29. mai
HB - Víkingur 2-1 (1-0)
44' Jonas Enkerud 1-0 (Emil Grønn Pedersen)
60' Jonas Enkerud 2-0
71' Jákup Johansen 2-1 (Ragnar Skála)

Sí myndir frá dystinum HER

Sí eisini: HB-tokið koyrir víðari

[object Object]

B36 skal nú vísa fyri fyrstu ferð í fleiri vikur, at man kann fáa trý stig móti lægru liðunum, meðan FC Suðuroy fer eftir stóra úrsltinum.

07 Vestur skal royna at vinna sín triðja dyst á rað - EB/Streymur skal halda sambandið til 4. plássið. Á Svangaskarði man B68 metast sum rímiliga stórur favorittur móti botnliðnum. Tað eru tó ikki so nógv stig millum liðini, og tað endaði javnt við Stóra í fyrstu uppgerðini millum TB og B68.

[object Object]
Patrik Johannesen hevur gjørt bart fyri KÍ - hóast NSÍ í løtum var leikliga omaná við Løkin 9. mai, so fór KÍ avstað við øllum. Ger KÍ tað aftur í kvøld, so verða sjey stig á muni (Mynd: Jens Kr. Vang) 

Fyri 22 døgum síðani var KÍ omaná í stóruppgerðini við Løkin. Síðani hava bæði liðini mist stig móti HB - NSÍ tapt og KÍ spælt javnleik. Fýra stig skilja tvey tey fremstu liðini í Betrideildini undan oddabrakið nummar tvey.

Fyri NSÍ skal tað ikki verða meira men hetta eftir dystin í kvøld. Um so er, kann KÍ halda eina støðugu ferð innum mállinjuna; nærum heilt einsamalt. Bæði liðini hava stórar álopskendar profilar. NSÍ er tó uttan sínar norsku miðverjar, og tað kann ávirka. 

Lagt er upp til spennandi dyst í Klaksvík við nógvum áskoðarum. Til ber at síggja hann og hinar á Televarpinum - og ar fylgja gongdini ovast á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder