Fótbóltur

Størsti dystur hjá KÍ í ár byrjar klokkan 19.15

Við javnleiki ella betri úrsliti í Luksemborg, eru føroyameistararnir víðari til 2. umfar í Champions League, ið letur nógvar nýggjar hurðar upp. Til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum, og Solidsport stroymir.

KÍ er á odda eftir fyrsta dystin í 1. umfari men trýst er á liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ er á odda eftir fyrsta dystin í 1. umfari men trýst er á liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-15 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt fet nærri deildarspæli, minst seks dystir afturat og harvið eyka møguleikar í Evropa, umframt umleið fimm og einn hálv millión krónur afturat í kassan.

Hetta er tað, sum KÍ spælir fyri á Stade de Luksembourg í kvøld, har fyrsta bríksl er klokkan 19.15 føroyska tíð.

Champions League 1. umfar - seinni dysturin
Mikudagin 15. juli í Luksemborg býi
19.15: FC Atert Bissen - KÍ (1-2)

Til ber at fylgja við ovast á Portalinum - Dysturin sæst her fyri eitt gjald

Tað er úrslitið í Luksemborg, sum í stóran mun kann skilmarka kappingarárið hjá KÍ - serliga í Evropa.

Um føroyameistararnir megna at halda fyrimunin frá fyrra dystinum í 1. umfari, heldur KÍ fram í Champions League og er bert ein samanlagdan sigur afturat frá einum deildarspæli.

Tað hevði eisini merkt, at men fer niður í Europa League, tá/um liðið fer úr Champions League - og ikki beint niður í Conference League sum KÍ ger, um Atert Bissen vendir dystinum í dag.

Sí eisini: KÍ til Litava um tað eydnast at koma víðari í morgin

Samanlagt er hetta størsti dystur hjá KÍ higartil í ár, hóast liðið hjá Magnus Powell fyri stuttum millum annað spældu oddabrak í Betrideildini og sinnu steypahálvfinaluna við Løkin. Tað kann eisini vísast á, at hetta er mest týðandi dystur felagsins síðani 2023.

KÍ lá greitt til FM, tá farið varð í Champions League í 2023 og 2022. Nú er støðan øðrvísi: Kappingin millum KÍ og NSÍ sær hørð út í ár, og FM-fyrimunurin liggur í løtuni hjá NSÍ. Um tað ikki eydnast KÍ at vinna sær pláss í Champions League næsta ár - tað ger man bara við at vinna meistaraheiti - hevur tað uppaftur størri týdning fyri felagið at koma langt í Evropa í ár.

Kravið í kvøld er, at KÍ ikki tapir dystin. Vinnur Atert Bissen við einum máli eftir 90 minuttir, skal longd leiktíð, og møguliga brotssparkskapping til, í Luksemborg býi.

[object Object]
Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag/Kronberg Photography


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder