Fótbóltur

Størsti dysturin í norskari fótbóltssøgu byrjar klokkan 22

Har eru onkur smá ivamál um veðrið í Miami-økinum, men seint í kvøld fara milliónir í serliga Norðurevropa at sita við spenningi: Verða tað "ensku leyvurnar", sum koma í hálvfinaluna ella Haaland og hini "HM-kelivættini" úr Noreg.

Harry Kane og Erling Haaland - tveir teir bestu 9' ararnir í heiminum í løtuni - bresta saman í kvøld. Haaland hevur higaritl skorað í øllum sínum HM-dystum, og Harry Kane hevur longu bjargaði Onglandi tvær ferðir (Mynd: Odd Andersen Angela Weiss/AFP/Ritzau Scanpix)

Harry Kane og Erling Haaland - tveir teir bestu 9' ararnir í heiminum í løtuni - bresta saman í kvøld. Haaland hevur higaritl skorað í øllum sínum HM-dystum, og Harry Kane hevur longu bjargaði Onglandi tvær ferðir (Mynd: Odd Andersen Angela Weiss/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-11 12:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er Haaland móti Kane. Tað er fótbóltsins móðurland móti tí, sum ongantíð hevur verið millum tey seinastu átta í einum endaspæli á manssíðuni. Tað er Noreg móti Onglandi, og í londunum halda tey nærum ondini.

Ongland hevur á pappírinum meira at missa. Um átta dagar kann landið standa í sínari fyrstu HM-finalu í 60 ár. Man skal framvið Noreg og Argentin/Sveis. Tað burdi borið væl til Thomas Tuchel og teimum, men avbjóðingar eru eisini.

Noreg er av álvara "HM-darling". Erling Braut Haaland er nú av álvara ein heimsstjørna - um tað var nakar ivi áðrenn - og serliga samanhaldið á og kring liðið merkist. Fótbóltsfepurin í Noreg er so mikið høgur, at næstan ikki kann mátast, og kring heimin halda helst tey allarflestu við Noreg, sum droymir um hálvfinaluna.

Til ber at geva sínar meining til kennar á forsíðuni á Portalinum

Myndir: Norðmenn yvirtaka Miami Beach

Sí eisini: Torført at fáa fatur á norsku landsliðsblusuni

Tó hava fótbóltsfjepparar, í millum annað júst Noreg, ein seráhuga fyri enskum fótbólti. At hava Onglandi so mikið seint í einum endaspæli og "It's Coming Home"-huglagið, gevur eisini nakað, og dramatiski 3-2 sigurin í Meksiko mánanáttina hevur eisini givið hægri vónir og fagnað kring Ongland.

Dysturin í Miami stendur at byrja klokkan 22 lokala tíð. Nakað av ivamáli er um veðrið - um illverður og torusláttur í økinum møguliga ger, at avspark kann verða útsett - eins og hjá Onglandi á Azteca í 1/8-finaluni.

Til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum. Vit hava meira tilfar um stóra dystin seinni

HM-fjórðingsfinalurnar:

Í dag, leygardagin 11. juli 
22.00: Noreg - Ongland - Miami (TV2 í Danmark og TV2 í Noreg vísa dystin/TV2 Play)

Í nátt, sunnudagin 12. juli
02.00: Argentina - Sveis - Kansas City (DR1/DT TV og NRK)


Hósdagin 9. juli
Frakland - Marokko 2-0 (0-0)
60' Kylian Mbappé 1-0 
66' Ousame Dembelé 2-0 

Í gjár, fríggjadagin 10. juli
20.00: Spania - Belgia 2-1 (1-1)
30' Fabian Ruiz 1-0
41' Charles de Ketelaere 1-1
88' Mikel Merino 2-1


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder