Steðgur er í øllum dystunum í seinasta umfari í Betrideildini.
Spenningurin um 2. plássið tykiskt vera farin: HB er á odda í Sarpugerði, meðan KÍ er á odda 3-1 og tykiskt veruliga vilja hava trý stig, áðrenn gullkrónurnar verða handaðar.
Pætur Nolsøe er á staðnum og hevur samrøður við KÍ'arar aftaná - lurta á FM1 her
Alt er uppá spæl hjá FC Suðuroy og 07 Vestur. Bæði eru tó komin afturum, og um úrslitini halda, fer 07 Vestur niður í 1. deild fyri fyrstu ferð í seks ár.
Tað var ein vágbingur, Búi Egilsson, sum legði EB/Streym á odda 2-1 í Sørvági. EB/Streymur spælir ikki sum eitt lið, ið ikki hevur nógv annað at spæla fyri enn 6. plássið. 07 Vestur skal skora minst einaferð fyr at bjarga sær - annars er kappingarárið sum ein vanlukka.
Beinleiðis frásagnir eru á Dungasandi og í Gundadali - lurta á FM1 her
Betrideildin menn, 27. og seinasta umfar
Í dag, leygardagin 25. oktober
07 Vestur – EB/Streymur (1-2) (FM1)
B36 – FC Suðuroy (1-0) (FM1)
NSÍ – KÍ (1-3) (FM1)
Víkingur – HB (0-1)
TB – B68 (0-0)
Allir dystirnir byrjaðu klokkan 14.30.
Til ber at lurta á FM1, sum hevur fólk allastaðni, og fylgja gongdini - eisini er livescore ovast á Portalinum
Støðan í løtuni:
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald