Fótbóltur

Stórt fótbóltskvøld á FM1 og Portalinum

Beinleiðis upptakssending á Tórsvølli frá klokkan 18, har FM1 millum annað loddar dýpið hjá spentum fjepparum. Beinleiðis bloggurin á Portalinum letur upp tá, og koyrir gjøgnum dystin, sum Rúni á Reynatrøð sigur frá á FM1. Eftir dystin verður eisini nógv tilfar.

Petur Asbjørn Lervig og Pætur Nolsøe reika fyri upptakt, har onkrir gestir verða. Teir lodda eisini dýpið til upphitingina hjá Skansanum (Mynd: Sverri Egholm)

Petur Asbjørn Lervig og Pætur Nolsøe reika fyri upptakt, har onkrir gestir verða. Teir lodda eisini dýpið til upphitingina hjá Skansanum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-05 13:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein útseldur Tórsvøllur og veruligur spenningur at síggja Føroyar royna seg móti HM-bronsuvinnarunum - við Luka Modric í miðdeplinum og á miðvøllinum á Tórsvølli.

Sí eisini myndir: Modric og hinir fyrireika seg í Føroyum

Vit fara sjálvandi at dekka dystin og tað rundanum tætt.

Portalurin hevur beinleiðis blogg, sum byrjar umleið tveir tímar áðrenn dysturin. Har verða feskar dagføringar og myndir. Hetta riggar eisini væl at hava "afturvið" einari beinleiðis frásøgn.

Aftaná dystin taka vit samanum - í teksti, myndum og við samrøðum.

Fótbóltur í fleiri tímar á FM1

FM1 fer eisini at tosa við spælarar eftir uppgerðina við Kroatia, men prátið byrjar longu klokkan 18. 

Tá reika Petur Asbjørn Lervig og Pætur Nolsøe fyri upptakt, har onkrir gestir verða. Teir lodda eisini dýpið til upphitingina hjá Skansanum. 

Klokkan 19.30 verður sett til Rúna á Reynatrøð, ið saman við Heðini Askham, sigur frá Føroyum - Kroatia.

Lurta eftir FM1 her

Klokkan 16 verðr Fótbóltsskýlið frá í gjár, sum Trygvi Absalonsn skipaði fyri á Tórsvølli, endursent. Til ber eisini at hoyra sendingina her

HM-undankapping 4. umfar: 
Í dag, fríggjadagin 5. september á Tórsvølli
19.45 Føroyar - Kroatia


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder