 
                
                        
Tað er seinasta stríðið hjá KÍ og Víkingi í ár, og sjálvandi verður FM1 eisini á staðnum til finaluna um Løgmanssteypið.
Sendingin Fótbóltsskýlið verður ikki sum valigt klokkan 16. Ístaðin verður eitt langt kvøld við steypafinaluútvarpið.
Byrjar verður eftir tíðindini klokkan 17, har prát við longstsitandi formennirnar í føroyskum fótbólti, Brand Jacobsen (Víkingur) og Tummas Lervig (KÍ), verður at hoyra.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/11/02/gallery-thumbnail/1730589642ltxbphfph3.webp)
Teitur Matras Gestsson endaði sína tíð sum spælari í HB við at lyfta Løgmanssteypið (Mynd: Sverri Egholm)
Klokkan 18 byrja vit á Tórsvølli. Pætur Nolsøe reikar fyri, og Áki Johansen, A-venjari og greinari, og Teitur Matras Gestsson, sum hevur lyft løgmanssteypið eftir tvær tær seinastu finalurnar og sum í ár hevur verið hjálparvenjari hjá HB, vera gestir.
Klokkan 18.50 verður sett niðan á svalan, har Trygvi Absalonsen og Teitur Joensen sita til reiðar at siga frá dystinum. Teir leiða lurtaran gjøgnum dystin - um hann so verður í 90 minuttir, 120 minuttir ella meira enn tað.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/08/05/gallery-thumbnail/17544285180pqxfchqf4.webp)
Trygvi Absalonsen, her saman við Hjalgrím Elttør, sum vann finaluna við KÍ móti Víkingi í 2016. Í kvøld verður Teitur Joensen við Trygva
Eftir dystin hevur Pætur Nolsøe samrøður við spælarar og onnur á vøllinum
Les eisini: Útselt á KÍ-plássunum á langsíðuni
Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald