
KÍ var sum heild greitt omaná fyri steðgin í Finnlandi og burdi fingið okkurt mál afturat tí góða málinum, sum Jákup Biskopstø Andreasen skoraði.
Eftir steðgin var ein onnur støða: SJK javnaði við dreymahøggi og fekk tamarhald á spælinum í umleið hálvan tíma. Móti endanum avgjørdi KÍ tó dystin eftir deyðbóltsstøðu.
Les meira um fyrra dystin her: KÍ kemur aftur úr Finnlandi við frálíkum úrsliti
Sí eisini: Skotski venjarin: KÍ spældi bara langa bóltar og dúvaði uppá deyðbóltar
Til ber eisini at síggja allan fyrra dystin her
Nú eru nýggir 90 minuttir fyri framman. KÍ er á odda 2-1 og hevur heimavøllin í "seinna hálvleiki", men alt er opið í Conference Leage-uppgerðini. Hetta vísti SJK, ið spælir í einari deild sum er á hægri stigi, við sínum avriki eftir steðgin í Finnlandi.
- Nú hava vit merkt, hvussu KÍ spælir, og vit fara at gera ymiskt øðrvísi fyri at steðga teimum at spæla sítt spæl. Fyri at koma víðari skulu vit spæla sum stóran part av seinna hálvleiki í Finnlandi, har vit fluttu bóltin skjótt, sum gjørdi tað torført fyri teir.
Soleiðis sigur Samuel Johansen Chukwudi við Portalin í dag. Havnarmaðurin í miðverjuni hjá SJK staðfestir eisini, at finnar eru heldur bergtiknir av føroyskum ítrótti og fótbólti.
Sí eisini: - Finnar eru ovfarnir av hvussu væl føroyingar standa seg
Nógv uppá spæl - nógv verður gjørt burturúr.
Talan er um dyst, sum hevur stóran týdning ítróttarliga og fíggjarliga fyri KÍ. Hann kann eisini tryggja føroyskum fótbólti fleiri stig í Evropa - og møguleikan fyri fleiri stigum. Á Norðlýsinum skýrir royndi ítróttarjournalisturin Jákup Ósa tað at vera størsta einstaka dyst hjá KÍ higartil í ár.
Fjepparabólkurin hjá KÍ ger eisini nógv burturúr. Bláa Bylgja hevur sett telt upp millum Maverick og gamla skýlið, og har verður upphiting frá klokkan 16.45. Eisini eru millum annað tvey ógvuliga stór fløgg útvegaði til dystin.
Mynd: Bláa Bylgja
Júst gamla skýlið er útselt, meðan nakað av plássi er í nýggja skýlinum, sum nú tekur nakað fleiri fólk enn áður til evropeiskar dystir. Mest av plássi er tøkt aftanfyri eystara málið. KÍ tekur væl meira pening fyri sínar evropeiskar dystir enn hini feløgini, og í mun til landskappingardystir.
Atgongumerki kunnu keypast her
KÍ og SJK spæla í Klaksvík hóskvøldið 17. juli klokkan 19.45. Tað er 2-1 til KÍ undan hesum seinna dystinum í 1. umfari í Conference League
KÍ Varpið vísir dystin her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald