
Tríggir dystir í fremstu mansdeildini eru spældir um vikuskftið.
Á Eiði í gjár, var TB á odda 2-0, tá 74 minuttir vóru spældir. Hetta eftir málini hjá Samudeen Musah og Mohamed Samba og gott avrik. Men uppá tríggjar minuttir megnaði EB/Streymur at javna (Meinhard Debes Geyti og vágbingurin Búi Egilsson).
Harvið misti TB annað vikuskifti á rað eina 2-0 leiðslu, men hesaferð fekk aldursforsetin so eitt stig við sær. Næsta vikuskifti vitjar TB til lagnudyst í Vágum.
Sí eisini: Mikkjal Hellisá hjá EB/Streymi er heldur nøgdari enn Anders Tønnesen hjá TB
FC Suðuroy syrgdu tó seinnapartin fyri, at tvey stig eru millum liðini aftaná hetta umfarið eisini. Uppflytarin løgdu seg á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki, tá Bjartmar Holm sló til. Eftir hálvan tíma javnaði Bárður Ólavsson Jensen í seinum seinasta dystir fyribils fyri B68 - lokali bakkurin flytir nú til Danmarkar í lestrarørindunum.
Tað endaði 1-1 á Svangaskarði, og fyrstu stigini hjá FC Suðuroy móti øðrum liði enn TB og 07 Vestur er komin til høldar.
B68 er, í størri mun enn EB/Streymur, í ongamannalandi. Nú tað ikki endaði við tapi í dag, kann tað so at siga staðfestast, at B68 ikki endar í veruligum niðurflytingarvanda.
Les eisini: FC Suðuroy vinnur teir røttu dystirnar
Hoyr eisini eisini: Bárður hevði heldur ynskt ein sigur enn at skjóta mál í seinasta málinum fyri B68
Í Gundadali var málleyst eftir 1. hálvleik, men eftir steðgin var eingin ivi: Tíðliga í 2. hálvleiki fann Mathias Voss Jákup Thomsen við frálíkari sending, og áleyparin var ísakaldur. Tíggju minuttir eftir at Jákup hegnisliga lyfti bóltin uppum Ari í Haraldsstovu, sló Emil Grønn Pedersen til, og í yvirtíðini økti hann til 3-0.
Sonni Ragnar Nattestad fekk eisini beinleiðis reytt kort í yvirtíðini - fyri at rópa okkurt av bonkinum - áðrenn áttanda tapið hjá 07 Vestur varð endaliga staðfest. Vágamenn eru seks stig frá bjargingini. Leygardagin er ein lagnudystur á skránni í Sørvági, tá TB vitjar.
Les meira um dystin í Gundadali her
Í annaðkvøld klokkan 18.30 tekur B36 móti KÍ, meðan NSÍ vitjar hjá Víkingi.
Betrideildin 19. umfar
Leygardagin 16. august
EB/Streymur - TB 2-2 (0-1)
Sí meira um dystin her
Sunnudagin 17. august
B68 - FC Suðuroy 1-1 (1-1)
Sí meira um dystin her
HB - 07 Vestur 3-0 (0-0)
Sí meira um dystin her
Mánadagin 18. august
18.30:
B36 - KÍ
Víkingur - NSÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald