Fótbóltur

Súna kunngjørd í stórfelagi - í stórum stíli

Saman við millum annað videobrotum av flottum málum úr HM-endaspælinum er føroyski landsliðsprofilurin í dag kunngjørd sum nýggjur ZRK Buducnost-spælari. Súna Krossteig Hensen skiftir úr Skanderborg í summar og skal spæla við 10-talinum á rygginum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-22 16:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Myndir av komandi liðfeløgunum, millum annað landsliðsmálverjanum Armelle Attingré, og síðani ein við Súnu Krossteig Hansen við 10-talinum.

Nøkur brot við góðum málum hjá gjøgnumbrotssterku kvinnuni frá HM-endaspælinum fyrr í vetur síggjast eisini. Sum skilst er tað serliga sterka avrikið hjá Súnu fyri Føroyar í Týsklandi í november og desember, sum hevur gjørt, at meistaraliðið úr Montenegro hevur fingið eyguni upp fyri føroyska bakspælaranum.

Til seinast í samansetta videobrotinum hjá Buducnost sæst Súna Krossteig Hansen sita við penninum og sáttmálanum, sum ger hana til yrkisspælara.

Sí video hjá ZRK Buducnost Podgoricia ovast

[object Object]Súna Hansen var torfør at steðga fyri fleiri lið í Týsklandi (Mynd: Sverri Egholm)

25-ára gamli føroyingurin hevur seinastu árini spælt í bestu donsku deildini - í løtuni við Skanderborg ið stríðist fyri at halda sær í deildini.

Sum Portalurin kundi fortelja í gjár, hevur Súna K. Hansen gjørt sáttmála við ZRK Buducnost, sum situr á deildini í Montenegro og árliga er í Champions League. Liðið vann eisini størstu kappingina fyri lið í 2012 og 2015.

Enn ein stór flyting fyri føroyskan hondbólt.

Les meira um skifti, ið vit kundu váttað longu í gjár, her:
Váttað: Súna Krossteig Hansen skiftir til stórfelag í Montenegro í summar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder