Í gjár kunngjørdi NSÍ 26-ára gamla svian Adrian Edqvist sum sín nýggja spælara. Hann kann spæla bæði sum bakkur og vongur - í báðum siðum - og hevur seinast spælt í Östersunds í næstbestu deildini í heimlandinum.
Tað er eisini tann deildin, sum Edqvist hevur spælt mest í. Men hann hevur eisini spælt í bestu svensku deildini og í Niðurlondum:
- Adrian hevur í sínari yrkisleið fyrst og fremst spælt við feløgum í bestu og næstbestu deildini í Svøríki, har hann hevur leikt við feløgum so sum Kalmar, Jonkoping, Gefle IF og nú til seinast Østersunds FK. Adrian var í 2019 útleigaður til Go Ahead Eagles, ið tá leikti í næsbestu deildini í Hollandi. Hann hevur eisini umboðað Svøríki á fleiri ungdómslandsliðum, har hann tilsamans er skrásettur fyri 26 dystir frá U16 til og við U19, skrivar NSÍ, sum lýsir hann sum skjótan og tekniskan spælara
Nikola Kovacevic á næstbesta liðnum
11. februar kunngjørdi NSÍ Nikola Kovacevic sum munagóðan styrk til verjupartin. 192-sentimetra langi miðverjin hevur millum annað spælt nógv í bestu deildini í heimlandinum - men tað man metast sum ógvuliga ivasamt, um hann fer at spæla í bestu føroysku deildini.
Portalurin hevur frætt frá fleiri keldum, at Nikola Kovacevic er í alt ov vánaligari venjing, og at hann nú bert venur við næsbesta liðnum við Løkin.
Sum skilst er møguleiki fyri, at sáttmálin millum NSÍ og 31-gamla serban verður uppsagdur - hetta krevur tó eina semju millum partarnar.
Formaðurin hjá NSÍ váttar, at Nikola Kovacevic er á næstbesta liðnum í løtuni. Hann hevur tó onga viðmerking til sáttmálastøðuna við serban.
![]()
Karstin Joensen og Nikola Kovacevic. Spurnartekin er um samstarvið framhaldandi (Mynd: NSÍ)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald