
Upprunaliga varð Páll á Reynatúgvu úttikin til A-landsliðið longu í 1989, tá Føroyar vunnu Oyggjaleikir á heimavølli við at vinna heili 7-1 á Ålandi í finaluni. Síðani var Páll ikki at síggja á altjóða fótbóltspallinum, fyrr enn hann sum vøddaviðgeri endaði sum A-landsliðsleikari á vári í 1993!
Í gjár varð ein vangamynd avdúkað av Pálli á Reynatúgvu undir hátíðarhaldi í Løgtinginum. Páll varð heiðraður fyri politiska virksemið, sum fyrrverandi landsliðsleikarin hevur virkað fyri í ein mansaldur.
Páll á Reynatúgvu var í síni tíð eisini ein frálíkur fótbóltsleikari og var partur av B71-liðnum, sum fór ósigrað gjøgnum allar 18 landskappingardystirnar árið 1989 og púra óvæntað vann fremstu deildina. Sama ár var Páll við til at vinna Oyggjaleikir á heimavølli, tá Føroyar vunnu heili 7-1 á Álandi í finaluni. Árið eftir flutti B71 niður og Páll hvarv av altjóða fótbóltspallinum í eina tíð. Hann spældi tískil ikki fyrstu altjóða skrásettu landsdystirnar, harímillum tiltikni sigurin á Eysturríki 12. septembur 1990.
Páll nam sær útbúgving sum vøddaviðgeri og á vári 1993 fór føroyska A-landsliðið til Skotlands á venjingarlegu fyri at spæla nakrar dystir ímóti klubbfeløgum í grannalagnum. Nakrir leikarar fingu skaða á ferðini og brádliga avgjørdi landsliðsvenjarin, Páll Guðlaugsson, at lata navnan, vøddaviðgeran Páll á Reynatúgvu, spæla. Hann varð skiftur inn í fyrsta dystinum ímóti Cove Rangers, og longu tveir minuttir seinni hevði hann skorað!
25 ára gamli vøddaviðgerin spældi so mikið væl, at hann vann sær fast pláss á miðvøllinum og endaði árið við 5 A-landsdystum, harímillum fýra vóru undankappingardystir til HM 1994.
Páll á Reynatúgvu var eisini liðskipari hjá B71, sum sama ár – í 1993 – vann einastu steypafinaluna í søgu felagsins.
Í hesi øldini hevur Páll á Reynatúgvu serliga gjørt vart við seg á politiska pallinum. Longu í 1998 varð hann valdur til Løgtingið sum umboð fyri Tjóðveldisflokkin. Hann var tá bert 30 ára gamalur og framvegis virkin á B71-liðnum sum liðskipari. Í 2001 gjørdist hann borgarstjóri í heimbygdini, Sandur, og í 2002 varð hann settur sum landsstýrismaður í heilsu- og almannamálum.
Fýra ferðir varð Páll afturvaldur til Løgtingið (í 2002, 2004, 2008 og 2011) og í 2015 varð hann valdur til tingformann av starvsfeløgum í Løgtinginum. Tað starvið røkti hann í fýra ár.
Páll á Reynatúgvu, fyrrverandi løgtingsformaður, og Torbjørn Olsen, listamaður, undir avdúkanini.
Kelda: Leysliga eftir Ivan Eginsson Eysturland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald