
Tbilisi, Georgia (Portalurin): Við einum liði, har fleiri als ikki eru vanir at spæla ella byrja inni á A-landsliðnum og við fleiri sum hava spælt lítið ella einki á landsliðnum leingi, fóru Føroyar út til fyrireikingardystin.
Størstu profilarnir frá EM-liðnum hjá Georgia vantaðu, men dygdin á heimaliðnum sást í løtum. Tað er tó at iðra seg um, at einasta málið Georgia skoraði, var eftir einfaldan deyðbólt tíðliga í dystinum.
Bárður á Reynatrøð kom illa út, og so var málið tómt at stúta í. Poul Kallsberg misti eisini sín mann nakað í støðuni, har Lochoshvili
Føroyar vardu annars sum heild væl, tá liðið stóð skipað. Hinvegin hevði liðið nakrar vandastøður. Tær vóru tó kanska ov fáar, og størsta partin av tíðini hevði heimaliðið tak á dystinum í Tbilisi. Sum frá leið í 2. hálvleiki fór Georgia minni og minni eftir 2-0 málinum men fór heldur longur aftur at verja.
Patrik Johannesen, Daniel Johansen og Páll Klettskarð vóru ikki heilt langt frá at skora. Besta støðan var hjá síðstnevnda, sum var innskiftur, men hann rakti ikki bóltin eftir góðu sendingina frá vælspælandi Hanusi Sørensen.
39-ára gamli georgiski málverjin helt málið reint í sínum seinasta landsdysti. Tað kundi tó verið øðrvísi her (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar gjørdu seks útkskftingar í dystinum - Petur Knudsen noyddist tíverri útaftur vegna knæskaða.
Móti endanum høvdu Føroyar bóltin nógv og royndu at fáa bóltin í brotsteigin hjá Georgia, men eins og í hinum fýra dystunum hjá verandi venjaratoymi, fingu Føroyar ikki mál í opnum spæli. Man er tó við allan vegin í hvørjum dysti - higartil hava allir fimm dystirnir vera á útivølli í eystara parti av Evropa.
Talan var um eitt kvøld, har fleiri øðrvísi samansetingar vóru á liðnum, og har føroysku spælararnir skuldu venja seg við ymiskar støður á stóra leikvøllinum.
Fleiri av føstu monnunum spældu ikki fult ella als ikki. Nakrir av nýggju monnunum stóðu seg væl, har millum annað Gullbrandur Øregaard stóð seg væl í sínum fyrsta fulla dysti.
Meira úr Tbilisi seinni
Venjingardystur 5 juni
Georgia - Føroyar 1-0 (1-0)
9' Luka Lochoshvili 1-0
Mánadagin 9. juni, 2. hvítusunnudag, spæla Føroyar HM-undankappignardyst móti Gibraltar á Tórsvølli
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Gunnar Vatnhamar (46' Adrian Rúnason Justinussen), Viljormur Davidsen (L), Daniel Johansen - Poul Kallsberg, Noah Mneney, Jákup Biskopstø Andreasen, Hanus Sørensen - Patrik Johannesen
Hesir komu inn í 63. minutti: Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson og Petur Knudsen.
Longu í 70. minutti noyddist Petur av vølli aftur eftir ein nærdyst - Páll Klettskarð avloysti hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald