Fótbóltur

Taka ímóti NSÍ-hetjunum í kvøld

Klokkan 21 verður móttøka fyri NSÍ-liðnum sum hóskvøldið vann seg víðari í Conference League.

(Mynd: NSÍ)

(Mynd: NSÍ)

2026-08-01 13:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í samband við flotta úrslitið hjá NSÍ móti FC Koper í Slovenia, verður ein móttøka fyri leikarunum og venjaratoyminum.

Hesum boðar felagið frá.

Móttøkan verður í kvøld klokkan 21 í kommunuskrivstovuni í Saltangará.

Tað var hóskvøldið, at NSÍ vann seg víðari í Conference League eftir fyrst longda leiktíð og síðani dramatiska brotssparkskapping. Tað hevur við sær, at runavíkingar skulu royna seg ímóti Lugano úr Sveis í triðja umfari.

Fyrri dysturin skal eftir ætlan spælast í Sveis hóskvøldið. Spælt verður síðani vikuna eftir á heimavølli í Klaksvík.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder