
Líka so gott føroyska huglagið var á Tórsvølli sunnudagin líka ringt var tað hjá kekkum.
Onkur spælari rýmdi frá samrøðu við miðlar, og miðlarnir løgdu annars í krovið á spælarum og venjara hjá Kekkia. Dagin eftir kendi landsliðslegendan og núverandi ítrottarstjórin hjá fótbóltssambandinum, Pavel Nedved, seg noyddan at biðja um almenna umbering fyri kekkiska avrikið á Tórsvølli.
Sí eisini: Kekkiska skommin: Stóra legendan sigur orsaka
Sum so ofta í slíkum førum fær venjarin toyggið, og Ivan Hasek hevur ikki longur eitt starv.
Kekkiski miðlin idnes.cz hevur fyri lítlari løtu síðani skrivað, at fótbóltssambandið í Kekkia fyrrapartin hevur sagt Hasek úr starvi.
Hasek fekk 21 dystir í sessinum men vann bara beint yvir helmingin - 11. Tað er ikki nøktandi fyri eina tjóð sum Kekkia (Mynd: EPA)
Tað var sami miðil, sum mánadagin skrivaði um, at starvsnevndin í fótbóltssambandinum, við Pavel Nedved eisini, hevði havt eitt slag av kreppufundi á Vága Floghavn. Hetta var meðan kekkar vóru strandaðir í Føroyum vegna serliga mjørka.
Les eisini: Kekkar sluppu ikki á flog í dag - framtíð venjarans hongur í leysum lofti
Tá skrivaði idnes.cz eisini, at endaliga avgerðin skuldi takast í Kekkia. Og nú er endaliga greitt, at Ivan Hasek eftir 21 mánaðir í starvinum og millum annað einum EM-endaspæli er fortíð.
Tapið í Føroyum var dropin. 5-1 tapið fyri Kroatia í summar var eisini svárt, og kekkiskir miðlar lata lla at spælinum: Uttan hugflog og dirvi er ein av niðurstøðunum og víst verður á, at Kekkia undir Hasek ikki megnaði at vinna fleiri enn ellivu av sínum á liðum omanfyri seg á stykislistanum.
Harvið er Ivan Hasek ein venjari afturat í røðini hjá londunum í ovaru hálvu av evropeiskum fótbólti, sum hava mist starvið eftir tap móti føroysku monnunum. Kendastu dømini áðrenn eru Joseph Hickersberger (Eysturríki, 1990) og laudio Ranieri (Grikkaland, 2014)
Dagført: 12.17
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald