Fótbóltur

Taptu báðar dystirnar og skoraðu ikki í Baltic Cup

– Samanumtikið eru vit ikki ordiliga nøgd við ítróttarliga avrikið, men tað eru tó altíð glottar at hóma, sum vit kunnu taka við okkum, sigur landsliðsvenjarin Pætur Smith Clementsen eftir aftasta plássið í venjingarkappingini.

Pætur Smith Clementsen og føroyska liðið fingu ikki úrslit burtuúr Baltic Cup - venjarin peikar tó á nøkur onnur ting (Mynd: FSF/Jóhann Thomsen)

Pætur Smith Clementsen og føroyska liðið fingu ikki úrslit burtuúr Baltic Cup - venjarin peikar tó á nøkur onnur ting (Mynd: FSF/Jóhann Thomsen)

2025-10-28 17:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrst eitt tepurt 1-0 tap fyri Litava og síðani 0-2 fyri Estlandi.

Føroyska kvinnulandsliðið hevur sum heild staðið seg væl síðani miðskeiðis í 2024, men hendan Baltic Cup-kappingin gekst ikki sum ætlað.  Føroyar endaðu aftast í árligu kappingini, sum liðið spælir saman við baltisku londunum.

Fótbóltssamband Føroya skrivar, at ímóti Litava var talan um ein javnan dyst, tó við einari lítlari leikligari yvirvág til Føroyar. Men í avgerandi løtum vóru tær hjá Føroyum ikki nóg neyvar. Vertirnir skoraðu einsamalla málið stutt fyri steðgin.

Sí eisini: Føroyar taptu tepurt móti Litava

Í seinna dystinum áttu liðini hvør sín hálvleiki. Estland hevði munin í fyrra hálvleiki, og var eisini fult uppiborið á odda við tveimum málum í steðginum. Men í seinna hálvleiki tóku Føroyar yvir, og megna eisini at skapa onkrar spentar støður, skrivar FSF.

Úrslitið var tó eitt 2-0 tap og einki stig - ei heldur nakað mál - í kappingini. Hóast hetta kann liðið tó taka ymiskt við sær áðrenn HM-undankappingina næsta ár, heldur høvuðsvenjarin.

– Samanumtikið eru vit ikki ordiliga nøgd við ítróttarliga avrikið, men tað eru tó altíð glottar at hóma, sum vit kunnu taka við okkum. Nýggir spælarar fingu møguleikan, og tvær spældu sín fyrsta A-landsdyst. Eisini fingu vit roynt tvær ymiskar leikskipanir, og sum heild eru vit blivin klókari uppá, hvørjar styrkir vit skulu spæla uppá framyvir, sigur venjarin hjá kvinnulandsliðnum, Pætur Smith Clementsen við fsf.fo.

HM undankappingin verður komandi vár. Hvørjum londum føroyska kvinnulandsliðið skal møta, verður avgreitt við lutakasti um eina viku, týsdagin tann 4. novembur.

Sí myndir frá seinna dystinum á fsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder