
- Kom so TB, TB vinna skal! Okur, okur eiga Gundadal.
Soleiðis ljóðaði ofta í høvuðsstaðnum í kvøld, har mangir ovfarakætir TB'arar av álvara komu í betri ólavsøkuhýri. Júst áskoðararnir hjá TB settu veruliga dám á og gjørdu stóran mun í kvøld.
B36 var á pappírinum stórfavorittur undan dystinum, men tað var TB, sum tók øll stigini og ólavsøkusteypið í fyrsta dystinum í fremstu mansdeildini eftir summarsteðgin.
B36 hevði bóltin meira, men TB-liðið var vælskipað og spældi á so mangan hátt dystin rætt.
TB tók veruliga yvir eftir steðgin
Tað var málleyst í steðginum, og tað var serliga í 2. hálvleiki, at TB var omaná.
Leiðslumálið kom seks minuttir eftir hvíldina: Torikil Holm fór til stroks í høgru, legði innfyri og umvegis ein B36'ara stakk bólturin til Joel Sundström. Svenski miðvallarin kom til TB beint fyri summarsteðgin, og hann skoraði sítt fyrsta mál í kvøld; til stóran fagnað fyri stóru TB-fjøldina.
Tey díktu á bygdaskýlinum og kring har, og inni á vøllinum gjørdu teir svørtkløddu sítt. Liðið hjá Thomas Thinggaard syrgdi fyri, at heimaliðið ikki skapti serliga nógv, og TB hótti eisini við mótálopum.
Tað var eitt slíkt, sum avgjørdi dystin í 84. minutti - stutt seinni hevði TB eisini verið nær við. Mattias Weihe Joensen spældi bóltin mitt til Mohammed Samba, sum av miðum vølli streyk avstað. Kviki vongurin setti tríggjar B36'ararav á veg inn í brotsteigin, har Samba setti bóltin flott í málið til 2-0.
Nú kókaði í bygdaskýlinum, meðan tað byrjaði at tømast í B36-skýlinum. Heimaliðið skapti nakrar støður, har serliga Bogi Reinert-Petersen, ið varð blakaður fram, var nær við. Tað var tó eisini nær við, at tað varð 0-3. Serliga eyðsýndi Nikolei Johannesen var nær við.
Týðandi TB-sigur - stúran hjá B36
Tað ednaði tó við trimum stigum, steypið og stórum fagnaði á TB-spælarum og viðhaldsfólki, sum veruliga setti seg á Gundadal henda vakra ólavsøkuaftan.
Talan var um eitt sterkt liðavrik hjá yngru sum eldru tvøramonnum saman við nøkrum útlendingum, men serliga Amidou Diop úr Senegal stóð sterkur í myndini.
Annar sigurin hjá aldursforsetanum í ár og tann fyrsti á útivølli. Við hesum er TB nú omanfyri niðurflytingarstrikuna og leggur trýst á FC Suðuroy og serliga 07 Vestur. Tey spæla móti ávikavist HB og Víkingi í umfarinum. TB og FC Suðuroy bresta saman 10. august.
Við B36-brillum varð ólavsøkudysturin eitt stórt vónbrot. Fyriuttan áskoðarainntøkurnar kann hann ikki nýtast sum nógv annað enn ein lærupeningini; kanska eisini ein áminning um at B36 megnar ov illa at avgreiða hesar uppgávurnar móti liðum úr niðaru hálvu.
Seinasti dystur undan summarsteðginum endaði 2-2 eftir 2-0 leiðslu og við 11 móti 10 í grannauppgerðini. Pætur Petersen og Ragnar Samuelsen høvdu leikbann í dag, men hetta skal ikki vera ein umbering hjá liðnum, sum liggur á evropeiskum plássi og sum nú tapti á heimavølli móti liðnum, sum frammanundan var niðast.
Betrideildin 17. umfar
Ólavsøkuaftan, 28. juli
B36 - TB 0-2 (0-0)
52' Joel Sundström 0-1
84' Mohamed Samba 0-2
Støðan
Hinir dystirnir í umfarinum verða spældir um vikuskifti. Hetta fyriuttan FC Suðuroy - HB sum eftir ætlan verður mánadagin 4. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald