Hondbóltur

Team Klaksvík skal á fyrsta sinni spæla í hálvfinalunum

Hetta er greitt, eftir at klaksvíkingar fyri løtu síðani vunnu í Kollafirði, samstundis sum StÍF tapti fyri Neistanum. Hjá Team Klaksvík snýr tað seg tó fyrst um stríðið um triðja plássið við VÍF.

Løgtimslimurin Beinir Johannesen og liðfelagaðir hansara kundu av álvara fegnast eftir 32-30 sigurin í Kollafirði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Løgtimslimurin Beinir Johannesen og liðfelagaðir hansara kundu av álvara fegnast eftir 32-30 sigurin í Kollafirði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-03-06 18:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbóltslagið í Klaksvík var gott hóskvøldið, tá Team Klaksvík aðru vikuna á rað vann lykladyst í topp-fýra stríðnum. Við honum varð Neistin sent úr hálvfinalustríðnum, og eftir dystirnar í dag er greitt, at heldur ikki StÍF hevur møguleika at fáa Team Klaksvík aftur. Harvið er í minsta lagið eitt fjórða pláss tryggjað, og harvið hálvfinalur á skránni fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.

Talan var um ein torføran útidyst hjá Heina Hanusarson og hansara monnum, men teir vóru omaná og fingu sín fjórða sigur á rað í hús. Í fyrra hálvleiki rann útiliðið annars í løtum eftir kollfirðingum, tó at tað leikaði javnt á. Tað gjørdi tað eisini eftir steðgin, men tá Team Klaksvík skoraði fýra út av fimm málum, ið komu í einum tíðarbili á beint yvir tríggjar minuttir (frá 41.24 til 44.37 sambært dómaraseðlanum) lá tað til liðið á 4. plássi, og hóast KÍF kom niður á minus eitt tvær ferðir eftir hetta, so hildu teir á útiliðnum høvdu kalt, og fingu ein søguligan sigur í hús.

Um StÍF hevði vunnið á Neistanum, so hevði tað framvegis ikki verið avgjørt, men tað koppaði til útiliðið í ógvuliga tætta og undirhaldandi dystinum á Skála. Neistin skoraði trý útav teimum seinastu fýra málunum, og tvey tey síðstu hjá teimum blákløddu skoraði Rani Højgaard - fyrrverandi StÍF-leikarin avgjørdi dystin, tá 15 sekund vóru eftir, og harvið er greitt, at StÍF, Neistin og Kyndil skulu spæla í niðara endaspælinum skjótt.

Kyndil er aftast, og í dag vann VÍF greitt í klassikaranum, ið var í Vestamanna. Munuurin gjørdist, tá samanumkom, ellivu mál. Vestmenningar skulu hóskvøldið spæla í Klaksvík; fáa teir stig har, so er triðja plássið tryggjað. Vinnur Team Klaksvík, sum er eitt stig aftanfyri og tá spælir sín síðsta dyst í grundspælinum, liggur tað til klaksvíkingar, og dysturin VÍF hevur eftir aftaná er í Hoyvík. Liðið, sum endar nummar trý, skal í hálvfinalunum spæla móti KÍF. Hoyvíkingar skulu spæla móti liðunum, ið endar á fjórða plássið.

Burn-deildin
Sunnudagin 03.06

KÍF - Team Klaksvík 30-32 (16-16)

Toppskjúttar: Vuk Stevanovic 9 mál, Sakaris Ludvík Súnason 7 mál

Dómaraseðilin frá dystinum sæst her

StÍF - Neistin 32-33 (18-17)

Toppskjúttar: Bjarni í Selvindi og Ivan Mrdalo 9 mál, Jóannes A. Prestá og Áugúst Ingi Oskarsson 7 mál,

Dómaraseðilin frá dystinum sæst her


VÍF - Kyndil 29-18 (15-9)

Toppskjúttar: Hallur Arason 9 mál, Filip Jojic 7 mál


Stríðið um hálvfinaluplássini: 
1. H71 29 stig
2. KÍF 22 stig
3. VÍF 18 stig
4. Team Klaksvík 17 stig *  
5. StÍF 11 stig 
6. Neistin 10 stig
7. Kyndil 8 stig *

*Leikt 17 dystir - hini hava leikt 16. 18 umfør eru í grundspælinum




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder