"Tredje gang er lykkens gang" ljóðar kenda danska orðatakið, og tað kann brúkast , í sambandi við evropeisku mótstøðuliðini hjá NSÍ í 2026.
Í 1. umfari royndu teir hjá Hamrun Spartans av Malta at lenda við leiguflogfari dagin fyri dystin. Tað eydnaðist ikki vegna mjørka.
Sí eisini: Dysturin hjá NSÍ hongur í leysari luft - mótstøðuliðið vil útseta dystin
Í 2. umfari skuldu teir hjá slovenkska FC Koper lenda í Vágum dagin fyri dystin, men leiguflogfari gjørdi ikki eingongd eina roynd at koma til Føroyar fyrrenn á dystardegnum.
Í báðum førum varð lent nakrar tímar fyri dystarbyrjan við Djúpumýru. Nú, tá seinni dysturin í 3. umfari í Conference League er á skránni, síggja teir hjá FC Lugano at hava lært av undanfarnu mistøkunum.
Lugano-ferðalagið var við leiguflogfari, sum fór úr Milano seinnapartin - Lugano liggur á markinum til Itaia - og lendi í Vágum stór tvey samdøgur undan dystinum móti NSÍ.
![]()
(Mynd: FC Lugano)
Nú skulu teir á oddaliðnum í Sveis fyrireika seg at gera arbeiðið liðugt móti føroyska oddaliðnum. Tað endaði 2-0 í fyrra dystinum.
NSÍ - Lugano byrjar klokkan 18.30 hósvkvøldið. FM1 verður til staðar í Klaksvík og sigur frá og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald