Fótbóltur

Televarpið vísir HB - KÍ-varpið sendir dystin úr Serbia

Til ber at síggja báðar evropeisku dystirnar hjá føroysku liðunum á skíggjum - tað gongst væl við atgongumerkjasølini á Tórsvølli, og Portalurin og FM1 vera eisini til staðar har.

2025-07-24 10:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld spæla bæði KÍ og HB fyrru dystirnar í 2. umfari í Conference League: HB á Tórsvølli - móti donskum stórfelagi og frammanfyri nógvum áskoðarunum - og KÍ í nógva hitanum í Serbia.

Tað hevur gingið væl hjá HB at selt atgongumerki til dystin, og skipað verður eisini fyri upphiting í Bowl áðrenn sjálva uppgerðina við Brøndby. Um tað ikki ber til at fara á Tórsvøll, so er møguleiki at síggja dystin á Rás1 hjá Televarpinum.

Netvarp her

Sí eisini: 
Innrásin av Brøndby-áskoðarum er byrjað
Daniel Wass: - Dysturin á Tórsvølli skal takast í fullum álvara

Tað vera ikki útiáskoðarar á leikvøllinum hjá Radniki í kvøld, har KÍ skal stríðast fyri at fáa eitt gott útgangsstøði við til Klaksvíkar.

Dysturin sæst á KÍ Varpinum - fyri eitt gjald á 149 krónur.

Sí eisini: Deni og KÍ eru komnir til Serbia

Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Hóskvøldið 24. juli 

19.00: Radnicki 1923 - 

19.45: HB - Brøndby

Sjónvarp:RÁS1/tv.fo

Atgongumerki kunnu keypast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder