
Í kvøld skulu KÍ og NSÍ royna at gera arbeiði liðugt í seinnu dystunum í 1. umfari í Conference League. Bæði eru á odda eftir fyrru dystirnar móti finskari mótstøðu.
Serliga NSÍ hevur gott útgangsstøði (4-0), men teir í gulum skulu spæla á útivølli í eini 25 hitastigum í Helsinki. Tað er tó ikki so slavið og klokkan 19 lokala tíð, sum er klokkan 17 føroyska tíð.
Sí eisini: NSÍ-hópurin fyrireikar seg nú í Helsinki
KÍ (2-1) kann avgerða tað á sínum sterka heimavølli móti SJK. Hesin dysturin byrjar klokkan 19.45.
Sí eisini:
Samuel Chukwudi: - Finnar eru ovfarnir av hvussu væl føroyingar standa seg
Stórur spenningur undan seinna dystinum í Klaksvík
Til ber at stroyma báðar dystirnar fyri eitt gjald. Tað sær út sum at gjaldið til hvønn einstakan dyst er 20 evrur, sum svarar til 149 krónur,
Dysturin hjá NSÍ kann keypast og stroymast á JalkapalloTV
Dysturin hjá KÍ kann keypast og stroymast á KÍ Varpinum
UEFA Conference League - 1. umfar
Seinnu dystirnir, hósdagin 17. juli
17.00: HJK - NSÍ (0-4)
19.45: KÍ - SJK (2-1)
Til ber at fylgja við beinleiðis ovast á Portalinum. Vit verða eisini til staðar í Klaksvík og hava ymiskt tilfar. FM1 sendir eisini beinleiðis frá dystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald