Í gjár varð greitt, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í Nations League í heyst, og nú er staðfest, hvussu dystirnir liggja:
Leikskráin hjá Føroyum UEFA Nations League
26. sept. Føroyar – Kasakstan (17:00)
29. sept. Moldova – Føroyar (19:45)
2. okt. Føroyar – Slovakia (19:45)
6. okt. Kasakstan – Føroyar (15:00)
13. nov. Slovakia – Føroyar (19:45)
16. nov. Føroyar – Moldova (15:00)'
Sí eisini: Mitt millum tað vit ynsktum og tað vit óttaðust
Í mun til undanfarnu árini, eru landsliðsvindeyguni í september og oktober sett saman. Harvið skulu Føroyar spæla fýra dystir í einum tíðarskeiði á ellivu dagar síðst í september og fyrst í oktober.
Fyri føroyingar er hetta tíðarskeiðið ógvuliga illa samansett: Føroyar byrja á heimavølli, skulu síðani til Moldova har dystur er tríggjr dagar seinni, eftir tað gongur leiðin aftur til Føroyar til heimadyst móti Slovakia, áðrenn ein ógvuliga langur túrur til Kasakstan bíðar: Ein væl longri túrur enn til Moldova, tí størsti parturin av Kasakstan liggur í Asia.
Nógv aftur og fram, long ferðing og tættir dystir: Her verða føroyingar veruliga avbjóðaðir á ymsan hátt.
Sum Portalurin skilur, hevur UEFA lagt skránna, uttan at FSF hevur fingið givið sína meining veruliga til kennar. Her er sum so einki at gera við støðuna
Endað verður við tveimum dystum í november: Einum í Slovakia og einum á Tórsvølli. Tað er eisini óvanligt, at Føroyar spæla heimadyst í november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald