
Stríðið um 4- plássið kølnaði nakað beint eftir summarsteðgin. EB/Streymur seldi sítt besta álopsvápn, Boubacar Dabo, og B36 tapti sínar fyrstu tríggjar dystir.
Harímillum var eitt tap í Sarpugerði. Víkingur hevur eisini vunnið á 07 Vestur og spælt javnleik móti NSÍ, men fyrimunurin á seks stig minkaði niður í fýra stig í dag.
B36 gjørdi sítt móti B68 í Gundadali. Tað skuldi eitt brotsspark til at skilja formveiku liðini. Tað setti Bogi Reinert-Petersen í netið miðskeiðis í 2. hálvleiki: Fyrsti sigur hjá B36 eftir summarsteðgin var veruleiki.
Sí eisini: Kyniskur og keðiligur klassikari í Klaksvík
Víkingur setti stig til í Sarpugerði
Sindur av trýsti fór nú á Víking. Føroyameistararnir megna als ikki blanda seg í nakað FM-stríð í ár men vilja tryggja 4. plássið og harvið Evropa-pláss fyri 2026 áðrenn steypafinaluna.
EB/Streymur var tó ein herskin biti í Sarpugerði í dag, har Víkingur snávaði. Vælskipaða og hartarbeiðandi liðið hjá Sigfríði Clementsen hevði eina greiða ætlan og kom á odda eftir deyðbólt í 64. minutti, har Andras Olsen snittaði víðari til Thomas Bjørn Miezan, ið var lívligur.
Víkingur svaraði skjótt aftur eftir fínt gjøgnumbrot í vinstru og góða seinastu nerting hjá Jákupi Johansen - EB/Streymarnir vildu vera við, at bólturin var farin av baklinjuni. Men annars var trupulleikin, sum Víkingur eisini hevur havt gjøgnum árið, týðiligur: Tað var ov lítið bit og ov lítið av hvassleika í álopskenda spælinum, og tá seinasta avleveringin/málið skuldi gerast. Seinast løtan var annars so at siga eitt langt Víkinga-álop.
Blaðungi sentrali miðvøllurin royndi at seta tingini upp, men nú eisini uttan Poul Kallsberg (Hillerød) og leikbannaða Olaf Bárðarson frammanfyri, gav tað ikki meira enn eitt mál og eitt stig.
Ikki nøktandi við Víkinga-brillum men liðið hevur nakað av stigum at geva av í stríðnum við B36. Móti endanum í dag komu bæði Bergur Gregersen (afturvendan eftir skaða) og Kaj Leo í Bartalssovu (afturvendan úr Íslandi inn). Kaj Leo var ógvuliga lívligir teir minuttirnar, sum hann var inni, og hevði vongurin nakrar góðar dribblingar og innlegg, sum kundi verið til meira.
Sì eisini:
Bergur Gregersen longu í dysti aftur
Kaj Leo spældi sín fyrsta dyst í føroyskari kapping í nærum tólv ár
Betrideildin 20. umfar
Sunnudagin 24. august
Víkingur - EB/Streymur 1-1 (0-0)
64' Thomas Bjørn Miezan (Andras Olsen) 0-1
68' Jákup Johansen (Ingi Jonhardsson) 1-1
meira um dystin her
B36 - B68 1-0 (1-0)
67' Bogi Reinert Petersen, br. 1-0
Sí meira um dystin her
NSÍ - FC Suðuroy 3-1 (1-1)
13' Beinir Nolsøe (Aron Knudsen) 1-0
32' Salmundur Bech 1-1
62' Klæmint Andrasson Olsen (Brandur Hendriksson Olsen) 2-1
82' Michal Przybylski (Klæmint Andrasson Olsen) 3-1
Meira um dystin sæst her
KÍ - HB 0-0
Í gjár eygardagin 23. august
07 Vestur - TB 3-0 (1-0)
35' Nicolai Møller Dohn (Mikke Hyllegaard) 1-0
84' Nicolai Møller Dohn (Jóanis á Steig) 2-0
90' Casper Gedsted Hansen 3-0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald