Fótbóltur

Tríggjar HM-finalur: Messi verður annar maðurin í røðini

Bert Cafu hjá Brasil hevur megnað tað áður. Lionel Messi hevur skorað ella lagt upp til mál í átta teimum seinastu HM-røkkstøkk dystum sínum.

Lionel Messi og teir komu framvið Harry Kane og hinar og skulu harvið spæla ein serligan dyst í morgin (Mynd: Dylan Martinez/Reuters/Ritzau Scanpix)

Lionel Messi og teir komu framvið Harry Kane og hinar og skulu harvið spæla ein serligan dyst í morgin (Mynd: Dylan Martinez/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-07-18 21:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í tveimum teimum seinastu dystunum hevur HM-toppskjúttin ikki skorað. Men við trimum uppleggum hevur Lionel Messi átt stóran leiklut í, at  Argetntina fyri aðru ferð á rað skal spæla HM-finalu.

Serliga var avrikið hjá 39-ára gamla fótbóltsgandakallinum seinasta hálva tíman móti Onglandi nakað serstakt. 10'arin gav arvafíggindanum nógv høvuðbrýggj, og uppleggið til sigursmálið hjá Lautaro Martinez í yvirtíðini var frálikt

Sí eisini: Argentina vendi øllum á høvdið í Atlanta og verjir framvegis HM-heitið

Argentiskir útskiftarar loypa á Lionel Messi, eftir at HM-toppskjúttin á flottan hátt hevur lagt upp til sigursmálið í hálvfinaluni (Mynd: Carlos Barria/Reuters/Ritzau Scanpix)Argentiskir útskiftarar loypa á Lionel Messi, eftir at HM-toppskjúttin á flottan hátt hevur lagt upp til sigursmálið í hálvfinaluni (Mynd: Carlos Barria/Reuters/Ritzau Scanpix)

Les eisini: Trump undrast á taktikkin hjá Tuchel: Hví var Harry so langt afturi

Hetta var áttandi HM-røkkstøkkdystur (knockout) á rað við máli ella uppleggi frá Messi. Hann hevði annars ikki skorað nakað mál í slíkum dystum í fyrstu fýra HM-endaspølum sínum: Null mál í átta dystum (2006-2018).

Men Lionel Messi sum 35 ár + í HM og undir Lionel Scaloni er nakað annað enn áðrenn. Hann skoraði í øllum knock-out dystunum í 2022, millum annað tvær ferðir í finaluni, og higartil samanlagt átta ferðir í hesum endaspælinum.

[object Object]
Shaun Botterill/AFP/Ritzau Scanpix

Í finaluni móti Spania sunnukvøldið ger Lionel Messi eisini nakað serligt.

Sum nú er, er Cafu einasti mannligi spælarin, ið hevur spælt i trimum ymiskum HM-finalunum. 

Ein av bestu høgru bakkunum í søguni kom inn í finalusigrinum í 1994, byrjaði í tapinum í Fraklandi í 1998 og varð liðformaður í 2002, tá Brasil vann fyri fimtu ferð. Cafu lyfti steypið í Japan og spældi flest landsdystir av øllum fyri Brasil.

Um eitt lítið samdøgur kemur ein argentini undir liðuna á honum í HM-finalusøguni.

[object Object]
Cafu - her í New York við LEGO-útgávu av steypinum nummar 2 hjá Brasil lyfti tvær ferðir. Hann hevur verið at sæð til nógvar dystir í USA (Mynd: Janis Laizans/Reuters/Ritzau Scanpix)

Nakrir hava trý HM-gull, men spældu "bert" í tveimum HM-finalum. Harímillum tveir teir størstu í brasilsku søguni: Pelé og Ronaldo.

Didier Deschamps og Franz Beckenbauer hava samanlagt verið í trimum HM-finalum sum spælarar og venjarar, meðan Mario Zagallo var í heili fýra: Vann báðar sum spælari (1958 og 1962), og í 1994 sum venjari.

Lionel Messi spældi sína fyrstu HM-finalu í 2014. Hana tapti Argentina móti Týsklandi eftir longda leiktíð. Í morgin kann hann fara framvið Diego Maradona og mongum øðrum við at vinna tvey HM-gull.

[object Object]Mynd: Elsa/AFP/Ritzau Scanpix

[object Object]
Til stórt fjeppara- og miðlatiltak í Jarvis Center fríggjakvøldið (Mynd: Juan Mabromata/AFP/Ritzau Scanpix)

Spania og Argentina spæla finaluna sunnukvøldið 19. juli klokkan 20 føroyska tíð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder