Fótbóltur

Trump ávarar Fifa ímóti at vraka Infantino

- Vit fáa aldri eina eins væleydnaða HM-kapping aftur uttan Infantino, skrivar amerikanski forsetin.

(Mynd: Dylan Martinez/Reuters/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Dylan Martinez/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-08-11 07:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Altjóða fótbóltssamgongan, Fifa, ger eitt stórt mistak, um tey umhugsa at skifta Gianni Infantino út sum forseta fyri samgonguna.

Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, í einum boðum á miðlinum Truth Social.

- Fifa ger eitt ræðuligt mistak, um tey onkursvegna umhugsa at skifta Gianni Infantino, forseta, út. Hann er fantastiskur, og hevur júst staðið á odda fyri mest væleydnaðu HM-kapping nakrantið – faldað við fýra. Um hann er burtur, koma vit ongantíð at uppliva eina eins væleydnaða og gevandi kapping aftur!, skrivar hann.

Stuðulin frá Trump er í andsøgn til amerikanska fótbóltssambandið, U.S. Soccer, sum í gjár fanst at Fifa-forsetanum í eini fráboðan.

Fráboðanin var send út saman við kanadiska fótbóltssambandinum, Canada Soccer, og sambondunum í Miðamerika og Karibia. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder