Fótbóltur

Trý ár afturat: - Jóhan Petur er heilin og drívkraftin aftanfyri menningina í Víkingi

40-ára gamli toftamaðurin hevur skrivað undir nýggjan sáttmála í Sarpugerði, Miðvísi og nærlagdi venjarin hevur ment nógvar spælarar, umframt vunnið FM og Løgmanssteypið við Víkingi.

- Vit ynskja framvegis at liggja í toppinum í føroyskum fótbólti, samstundis sum at vit seta okkara egna fólk við, og hetta hava vit megna við Jóhan Peturi á odda, skrivar Víkingur (Mynd: Sverrri Egholm)

- Vit ynskja framvegis at liggja í toppinum í føroyskum fótbólti, samstundis sum at vit seta okkara egna fólk við, og hetta hava vit megna við Jóhan Peturi á odda, skrivar Víkingur (Mynd: Sverrri Egholm)

2026-07-27 23:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skjótt hevur Jóhan Petur Poulsen verið høvuðsvenjari hjá besta mansliði Víkings í seks ár, og nú er greitt, at samstarvið millum partarnar fer at halda fram til og við 2029.

Partarnir hava skrivað undir ein nýggjan trý-ára sáttmála. Hesum boðar Víkingur frá í kvøld.

[object Object]Brandur Jacobsen, ein av longst sitandi formonnum í landinum, og Jóhan Petur Poulsen: Longst sitandi venjarin í fremstu mansdeildini (Mynd: Víkingur)

Jóhan Petur Poulsen kom til felagið í 2015 fyri at vera venjari hjá næstbesta liðnum. Í 1. deild fekk toftamaðurin skjótt góð úrslit - bæði við at menna spælarar, men eisini í mun til úrslit.

Hetta er hildið fram á besta liðnum. Víkingur kom skjótt aftur á evropeiskt pláss undir Jóhan Peturi Poulsen, vann steypakappingina á annars ósigraðum KÍ-liði í 2022, var besta liðið í seinnu hálvu í 2023 og vann síðani eitt flott FM-heiti í 2024.

Samstundis eru nógvir ungir spælarar slúsaðir inn í Sarpugerði, og fleiri so hvørt sum profilar eru seldir ella givnir. Og tað er ikki hissini rós, ið eldhugaði venjarin fær í samband við longda sáttmálan: 

- Tað er ikki ov nógv sagt, at kallað Jóhan Petur Poulsen drívkraftina aftanfyri menningina í okkara felagið. Gamaní eru tað nógv, ið taka tøk, men heilin aftanfyri er ein lítilátin toftamaður, ið gongur á odda við hørðum og miðvísum arbeiði, skrivar Víkingur.

[object Object]
Jóhan Petur Poulsen fær ein "lufttúr", eftir at Víkingur hevur tryggjað føroyameistaraheiti í 2024 (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Her heiðraður sum Ársins Ítróttarvenjari í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Málið er eisini at framhalandi vera við í oddinum og fáa egið tilfeingi ígjøgnum á besta liðnum. Tað skal hartarbeiðandi og miðvísi venjarin eisini standa á odda fyri næstu árini.

- Vit ynskja framvegis at liggja í toppinum í føroyskum fótbólti, samstundis sum at vit seta okkara egna fólk við, og hetta hava vit megna við Jóhan Peturi á odda. At hann eisini hevur áhugað og leggur arbeiði í restina av felagnum, styrkir um heildina.

Víkingur endaði á 4. plássi og var í steypafinaluni í fjør. Soleiðis er støðan eisini í løtuni. Tað rakk ikki hjá liðnum í Eysturkommunu í Evropa - lagt verður til brots aftur í landskappingini sunnudagin í Streymnesi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder