
Sunnudagin var sjøtul umsíðir settur á EM endaspælið 2025 fyri U17 landslið við gentum.
Niðurlondog Eysturríki løgdu fyri á Djúpumýru í Klaksvík. Niðurlendsku genturnar løgdu bragdliga fyri, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin var støðan 3-0 til Niðurlond. Eysturríkarar svaraðu aftur áðrenn steðgin, men nærri komu tær ikki. Í staðin øktu Niðurlond í seinna hálvleiki, og vann 4-1.
Á Tórsvølli møttust Føroyar og Noreg, og sigast má, at tær norsku vóru ruddiliga við yvirlutan. Serliga í fyrra hálvleiki stóð nógv á føroysku verjuni, tí tá liðini fóru at hvíla seg stóð 0-8 á máltalvuni.
Í seinni hálvleiki sá munandi betri út, men norksu genturnar vóru ikki til at steðga, og tá slovenski dómarin floytaði av, var støðan 10-0 til Noreg.
Sí allar myndirnar av Tórsvølli her
Í dag verða fyrstu dystirnir í bólki B. Klokkan 15 spæla Spania og Frakland á Djúpumýru í Klaksvík, og klokkan 18 møtast Poland og Italia á Tórsvølli.
Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 40 krónur fyri vaksin, og 20 krónur fyri børn (0-16 ár).
Komandi dystir
Í dag kl. 15: Spania – Frakland á Djúpumýru
Í dag kl. 18: Poland – Italia á Tórsvølli
Mikudagin kl. 15: Føroyar – Eysturríki á Djúpumýru
Mikudagin kl. 18: Poland – Noreg á Tórsvølli
Kelda: FSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald