Fótbóltur

Tveir stórir heiðrar til ungar strandakvinnur

Sólja Ernstdóttir, sum nú spælir fyri KÍ, varð ársins leikari hjá kvinnum, meðan Sara Benjaminsen hjá Skála var tann besta av teimum ungu. Báðar eru úrmælingar, sum eru uppvaksnar í Skála ÍF.

Sólja Ernstdóttir tekur ímóti stóra heiðrinum sum Ársins spælara frá Duritu Adela, stjóra í FM1 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sólja Ernstdóttir tekur ímóti stóra heiðrinum sum Ársins spælara frá Duritu Adela, stjóra í FM1 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-11-11 18:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á Ársins Leikara-tiltakinum, sum FM1 og Portalurin skipaðu fyri leygardagin, var tað millum annað serstakt, at bæði besti spælarin hjá kvinnum og besti ungi spælarin fyri 2025 eru uppvaksnar í Skála Ítróttarfelag.

Sólja Ernstdóttir og Sara Benjaminsen búgva á Strondum og hava slitið teir flestu av sínum barnagaggum sum Skála-spælarar.

Sólja hevur tvey tey seinastu árini spælt fyri KÍ og ment seg víðari har. Millum annað hevur hon eisini spælt sínar fyrstu A-landsadystir.

Í FM-árinum skoraði vandamikli áleyparin 21 mál, og fekk bert 19-ára gamla strandakvinnan størsta persónliga heiðurin á kvinnusíðuni til tiltakið.

Sí eisini: FM fyri fyrstu ferð - orð kunnu ikki lýsa hetta

[object Object]
Sólja Ernstdóttir hevur verið við at vísa vegin fyri KÍ aftur til FM (Mynd: Sverri Egholm)

Sara Benjaminsen hevur av álvara gjørt bart í ár. Bert 16-ára gamli álopskendi spælarin hevur verið tann mest eyðsýnda á besta liðnum hjá Skála, og tilsamans er er hon skrásett fyri 107 mál í øllum dystum hon hevur leikt, hetta íroknað U17 landsliðið. 

Sara spældi í U17 EM-endaspælinum fyri Føroyar, har millum annað onkrar fintur hjá henni vaktu ans. Talið av málum tosar eisini fyri seg.

[object Object]
Sara Benjaminsen, sitandi uttast til høgru í mittasta raði, var við landsliðnum til U17 EM-undankapping, tá heiðurin sum ársins ungi spælari varð kunngjørdur (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Sara sum dagsins spælari til steypafinalu í 2024 - aftur í ár gjørdi hon bart, tá Skála vann á FC Hoyvík og varð greipuvinnari hjá U16 (Mynd: FSF)

Bæði Sara Benjaminsen og Sólja Ernsdóttir hava átt avgerandi leiklut í meistaraheitum og steypagulli á ungdómssíðuni hjá teimum í appelsinlittum.

Í ár vann Sara U16-greipuna við Skála, millum annað við flottum avriki í steypafinaluni, og í 2020 skoraði Sólja avgerandi og framúrskarandi finalumálið, ið sæst niðanfyri, í U15-gentum.

Sí eisini: Video: Málið fær Messi og Ronaldo at skriða sær í nakkanum

Talan er um tvær ungar, sum kunnu nøkur serlig ting, og verður nærum heilt víst nógv at síggja til Saru Benjaminsen og Sólju Ernstdóttir á A-landsliðsstigi framfyri  - og møguliga eisini í feløgum uttanfyri landoddarnar.

Yvirlit: Hesi vórðu heiðraði leygardagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder