
FSF: Føroyska U15 landsliðið við dreingjum slapp veruliga at royna seg ímóti Estlandi, Lettland og Gibraltar, sum vóru mótstøðuliðini í UEFA menningarkappingini, ið farnu dagarnar hevur verið í estlendska høvuðsstaðnum, Tallinn.
Samlaða úrtøkan gjørdist ein javnleikur og tvey tap.
Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 8-2 fyri Estlandi. Føroysku málskjúttarnir vóru Rúnar Næs og Kristjan Róksson.
Síðani taptu Føroyar 2-0 fyri Lettlandi, áðrenn tað í síðsta dystinum eydnaðist at fáa eitt stig í málleysum javnleiki ímóti Gibraltar. Dysturin skuldi avgerast, og eftir brotssparkskapping vann Gibraltar at enda 4-3.
Estland vann kappingini við 9 stigum. Lettland fekk 6 stig, meðan Gibraltar og Føroyar fingu eitt stig í part.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald