Fótbóltur

U17 EM: Føroyar spæla seinasta dystin seinnapartin

Hetta verður helst størsta uppgávan higartil: Niðurlond eru oddalið í bólkinum. Dysturin verður á Tórsvølli klokkan 15 - samstundis spæla Noreg og Eysturríki.

Føroyar byrjaðu endaspælið á Tórsvølli sunnudagin móti Noreg (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar byrjaðu endaspælið á Tórsvølli sunnudagin móti Noreg (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-10 11:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um vikuskiftið kemur bólkaspælið í fyrsta endaspælinum í fótbólti í Føroyum at enda.

Í dag snýr tað seg um bólkin, har Føroyar eru við. Føroysku genturnar skulu á Tòrsvølli royna seg móti liðnum, ið fer at vinna bólkin: Niðurlond hava bast bæði Noreg og Eysturríki higartil, so hetta verður ein risa uppgáva fyri føroyska liðið.

Samstundis spæla Noreg og Eysturríki um at koma víðari sum 2'ari. Hetta á Djúpumýru. Hjá Noreg er nóg mikið við javnleiki vegna málúrttøku.

Báðir dystirnir byrja klokkan 15.

3. og seinasta umfar í bólki A
Leygardagin 10. mai
Kl. 15:00 Føroyar - Niðurlond (Tórsvøllur)
Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (á Djúpumýru)

Støðan: 
1. Niðurlond 6 stig
2. Noreg 3 stig
3. Eysturríki 3 stig
4. Føroyar 0 stig

Seinasta umfar í bólki B, sum er tættur, verður í morgin, sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder