Fótbóltur

U17 EM: Føroyar taptu aftur stórt - Niðurlond á odda í bólkinum

Mikudagin var annað umfar í bólki A á skránni. Í Klaksvík vann Eysturríki 9-0 á Føroyum, og á Tórsvølli var Holland við yvirlutan og vann 2-0 á Noregi.

(Mynd: Jóhanna Thomsen)

(Mynd: Jóhanna Thomsen)

2025-05-08 12:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF: Eftir at øll londini í bólki A hava spælt tveir dystir, er Holland nú einsamalt á odda í bólkinum.

Í fyrsta umfari, sum var spælt sunnudagin, vann Holland 4-1 á Eysturríki, og mikudagin settu tær appelsingulu Noreg til viks. Úrslitið á Tórsvølli gjørdist 2-0 til Holland, eftir 0-0 í hálvleikinum.

[object Object]
Ein fegin Ayah Eloualidi eftir at hon hevur lagt Holland á odda móti Noregi (Mynd: Hans Erik Danielsen)

[object Object]Eysturríki gjørdi bart í Klaksvík (Mynd: Jóhanna Thomsen)

Sí fleiri myndir frá dystunum á fsf.fo

Fyrr á degnum møttust Føroyar og Eysturríki á Djúpumýru í Klaksvík. Eysturríksku genturnar sótu á tí allar mesta, og vunnu 9-0, eftir at tær vóru á odda við fimm málum í steðginum.

Aftaná tvey umfør hevur Holland 6 stig, Noreg og Eysturríki hava 3 stig í part, meðan Føroyar eru aftast í bólkinum við ongum stigi.

Í dag er annað umfar í bólki B á skránni. Klokkan 15 bresta Italia og Frankaríki saman á Tórsvølli, og klokkan 18 spæla Spania og Pólland á Djúpumýru.

Í dag, hósdagin 8. mai
Kl. 15:00 Italia – Frankaríki (Tórsvøllur)
Kl. 18:00 Spania – Pólland (á Djúpumýru)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder