- Hetta var fantastiskt, og eg eri heilt ótrúliga errin av hesum gentunum. Tær hildu seg alla tíðina til tað, sum varð avtalað, og um vit vóru eitt sindur hepnari, ja, so vunnu vit við fleiri málum. Men 4-0 er eisini heilt í lagi.
Tað sigur ein fegin Fannhard Skoradal, venjari hjá U17 landsliðnum við gentum, við heimasíðuna hjá FSF.
Tað ger ungi venjarin eftir frálíkan 4-0 sigur á slovensku vertunum í 1. umfari í EM undankappingo
Føroyska liðið kom flúgvandi frá byrjan:
FSF skrivar, at tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin var Neja Selan óheppin at seta bóltin í egið mál. Bert tveir minuttir seinni økti Sara Benjaminsen til 2-0, eftir at hon sjálv hevði vunnið bóltin, funnið álopsmakkaran og runnið avstað. (eftir 31.50 á videobrotinum niðanfyri)
FC Nordsjælland-liðfelagi hennara og klaksvíkingurin Kára Sigurðsson skoraði til 3-0, tá ein stórur tími var spældur - aftur tá Føroyar vunnu bóltin væl á miðjum vølli og fóru avstað. Eitt korter fyri leiklok var strandagentan lið liðskiparabandinum aftur uppá spæl: Sara Benjaminsen sló sigurin rimmar fastan.
Dysturin sæst her:
Málini eftir steðgin síggjast eftir 1.28.54 og 1.37.40
![]()
Tað sást hví FC Nordsjælland gjarna vildi hava fatur á Káru Sigurðsson og Saru Benjaminsen, sum saman við føroyska liðnum framdu eitt megnaravrik í Slovenia seinnapartin. Tær báðar á myndini løgdu upp til mál hjá hvørjum (Mynd: Malena Josephsen/FSF)
Annað umfar í kappingini verður spælt sunnudagin 15. mars, upplýsir FSF. Tá er mótstøðulandið Belgia, sum í fyrsta umfari vann ikki minni enn 11-0 á Aserbadjan í 1. umfari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald