Fótbóltur

U19 fær stóra EM avbjóðing í Týsklandi

Føroyar vunnu sín bólk í B-deildini í vár og skulu harvið spæla móti Spania, Týsklandi og Belgia í undankáppingarbólkinum í Týsklandi. 18 eru úttiknar til uppgávurnar, sum vera síðst í november og fyrst í desember.

Tó eru tær frá 06-árganginum, tær elstu av teimum sum vóru við í Moldova, eru av onkrari orsøk ov gamlar nú eftr UEFA-reglum. Her sæst hópurin undan venjingarlegu í Portugal (Mynd: FSF)

Tó eru tær frá 06-árganginum, tær elstu av teimum sum vóru við í Moldova, eru av onkrari orsøk ov gamlar nú eftr UEFA-reglum. Her sæst hópurin undan venjingarlegu í Portugal (Mynd: FSF)

2025-11-13 22:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggjar stórar og spennandi uppgávur bíða føroyska U19-landsliðnum við gentum, sum seinni í mánaðinum fer til Týsklands, har EM undankapping er á skránni.

Hetta staðfestir heimasíðan hjá FSF í sambandi við, at liðið er úttikið til uppgávuna.

Tær 18 skulu í bólki A2 spæla ímóti so mætum fótbóltstjóðum sum Týsklandi, Spania og Belgia.

Vunnu bólkin í apríl - summar er ov gamlar nú

At føroyska liðið hesaferð er komið í ein so sterkan bólk kemst av, at Føroyar vunnu bólkin í fyrra parti av EM undankappingini.

Hetta var í fýra-landa kapping í deild B, sum var í Moldova. Føroyar vunnu tveir dystir og javnaðu ein - við einum samlaðum málmuni upp á 11-2. Moldova, Kýpros og Estland vóru mótsstøðuliðini.

Les eisin: Vendu tí og vunnu bólkin

[object Object]
Helga Mikkelsen og Brá Zakarisardóttir, báðar úr NSÍ, skoraðu týðandi mál móti Estlandi í bólkafinaluni (Mynd: FSF)

Hetta gav Føroyum pláss í sjálvari høvuðsundankappingini. Tó eru tær frá 06-árganginum, tær elstu av teimum sum vóru við í Moldova, eru av onkrari orsøk ov gamlar nú sambært UEFA-reglum.

Her er talan um millum annað ársins spælara hjá kvinnum Sólju Ernstdóttir, KÍ-liðfelagan Vár Johannesen og Teresu Jacobsen úr HB; allar hava longu spælt á A-landsliðnum.

Hetta er sjálvandi ein smeitur, men hinvegin eru millum annað Sara Benjaminsen, sum er ársins ungi spælari í Føroyum, við. Kára Sigurðsson og aðrar úr donskum fótbólti eru eisini á listanum.

Les eisini: Tver stórir heiðrar tl ungar strandakvinnur

Sigtór Petersen er venjari hjá U19 gentunum, og saman við hjálparvenjaranum, Rúnu Nón Bjartalíð, hevur hann nú úttikið hópin.

Hópurin
Jakobina Bergsdóttir, HB
Leona Kjærbæk Djurhuus, HB
Lý Gray Djurhuus, HB
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Birita Mohr, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Brá Zakariasardóttir, NSÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Rannvá við Streym, NSÍ
Sólja Vinjardsdóttir Johansen, NSÍ
Ingrið Berg Rasmussen, Skála ÍF
Sara Benjaminsen, Skála ÍF
Anna Jørginsdóttir, Víkingur
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Mirjam Skoralíð, Víkingur
Sára Kristiansen, HB Køge (Danmark)
Halla Morgan Ejdesgaard, Fortuna Hjørring (Danmark)
Kára Sigurðsson, FC Nordsjælland (Danmark)

Dystaskráin
26. nov. Spania – Føroyar (kl. 11:00)
29. nov. Týskland – Føroyar (kl. 11:00)
2. des. Føroyar – Belgia (kl. 14:30)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder