Mikudagin 12. august klokkan 15 fær føroyska U19-landsliðið við gentum vitjan av grønlendska A-landsliðnum.
20 spælarar eru úttiknir til venjingardystin, sum verður á Dungasandi í Sørvági.
– Hetta verður ein spennandi og nakað øðrvísi avbjóðing, og samstundis fyrstu ferð, at hesin U19-hópurin er savnaður. Vit hava úttikið 20 spælarar, og væntandi koma allar á vøllin. Tó hava vit ikki sent boð eftir útisetunum. Tað vera tískil tær heimligu, sum fáa møguleikan hesaferð, sigur sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum sambært heimasíðuni hjá FSF.
– Tað er torført at finna nakað av tilfari um grønlendska liðið. Sum eg havi skilt, so hava tær ikki verið nógv saman seinasta árið, so fyri tær er hetta kanska eisini eitt sindur av einari nýggjari byrjan.
Venjingardysturin móti Grønlandi er liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum frá 24. til 30. november. Føroyar eru í bólki B4 saman við Ukraina, Litava og Andorra.
Hópurin, sum er úttikin, er hesin:
Bjørk Akselsen, 07 Vestur
Drós í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur
Eydna Zakarisdóttir, 07 Vestur
Anna Katrina í Haraldstovu, 07 Vestur
Naomi Hansen, 07 Vestur
Lilja Debess av Teigum, B36
Sesilia Yang Trier Simonsen, B36
Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Ronja Ragnarsdóttir Trier, HB
Ranja Joensen, KÍ
Karla Sjóstein, KÍ
Elisabeth Bjartalíð, KÍ
Emma Charlotta Knudsen, Skála
Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála
Eyðna Gaard, Skála
Rakul Maria Rasmussen, Skála
Ranja Petersen, Skála
Lív Pálsdóttir, Víkingur
Nita á Lakjuni, Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald