2025-08-05 19:07

HSF: U19-mennirnir eru komnir væl uppá pláss í Kairo í Egyptalandi og byrjar HM-endaspælið í morgin, mikudagin 6. august.
Dystirnir hjá Føroyum kunnu stroymast á “IHF Competitions” á youtube.
Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 6. august
Kl.13.00 Slovenia – Føroyar
Fríggjadagin 8. august
Kl. 10.45 Føroyar – Týskland
Leygardagin 9. august
Kl. 10.45 Uruguay – Føroyar
Hesir eru í føroyska hópinum til HM-endaspælið, sum verður leikt í døgunum 6. – 17. august.
Málverjar:
Ingi Johannesen, H71
Bjarni Gunnarson Jacobsen, VÍF
Útileikarar:
Filip Haldansen, VÍF
Jákup Egholm, H71
Torkil Debes Dahl, StÍF
Magnus Árason, GOG
Helgi Jakob Halldorsson, H71
Haraldur Karlsson, H71
Jógvan Andreas Lamhauge, H71
Lýðar í Dímun, Neistin
Rúnar Hammer, BSH
Fríði í Innistovu, VÍF
Erling Erlendsson, Kyndil
William Napoleon Djurhuus, H71
Pauli Rasmussen, StÍF
Jón Midjord, H71
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald