Eisini í øðrum dystunum í EM-undankappingarbólki B2 í Moldova, vunnu føroysku U19-genturnar og hildu málið reint.
Týsdagin gekk tað útyvir vertirnar Moldova, og í dag vunnu Føroyar á Kýpros. Tað varð ikki 7-0 hesaferð, men 2-0 sigurin tryggjar, at Føroyar eru á 1. plássi í bólkinum undan seinasta umfarinum.
Sí eisini: Video: Mongu føroysku málini í Moldova
Brá Zakariasardóttir og Eydna Dalheim Olsen skoraðu málini eftir ávikavist 10 og 55 minuttir. Hagtølini hjá UEFA vísa, at hetta var ein dystur, har Føroyar vóru væl omaná.
![]()
Brá Zakariasardóttir úr Fortuna Hjørring (fyrr FC Hoyvík og B36) samanv við Eydnu Dalheim Olsen úr Víkingi (Mynd: FSF)
Byrjanaruppstillingin hjá Føroyum í dag - sí meira HER
Mánadagin verður bólkafinala móti Estlandi, sum eisini hevur vunnið á Kýpros og Moldova - tó samanlagt ikki so sannførandi sum Føroyar. Hetta merkir, at eitt stig er nóg mikið hjá føroysku U19-gentunum at vinna undankappingarbólkin.
Tað merkir tó ikki, at eitt EM-pláss er í hús. Her er talan um ein av B-bólkunum í undankappingini. Har snýr tað seg um at vinna seg upp í A-bólkinum fyri síðani at spæla móti størri fótbóltstjóðum um endaspælspláss. Fyri at tað skal eydnast, skulu Føroyar vinna bólkin ella vera ein av bestu tvey'arunum.
Harvið hevur U19-liðið góð kort á hondini undan seinasta umfarinum, mánadagin 7. apríl. Í gjør eydnaðist U17-gentunum, har fleiri av hesum somu spældu við, at vinna sín bólk í B-undankappingini og lyfta seg upp í A-bólkin. Hetta eru hervið góð tekin fyri føroyskan kvinnufótbólt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald