Fótbóltur

U19: Taptu samanlagt 10-0 í EM-undankappingini

– Vit vistu frammanundan, at hetta kundi gerast tungt, og tað bleiv tað eisini, staðfestir Fróði Benjaminsen. Føroyar vóru annars væl við í síðsta dystinum móti Bulgaria.

Serliga í síðsta dystinum spæla vit rættuliga væl og koma til nógvar kjansir. So har kundi sæð betri út, men vit taptu heldur óuppiborið (Mynd: FSF)

Serliga í síðsta dystinum spæla vit rættuliga væl og koma til nógvar kjansir. So har kundi sæð betri út, men vit taptu heldur óuppiborið (Mynd: FSF)

2025-11-20 17:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað gekk ikki eftir vild hjá U19 landsliðnum við dreingjum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í EM undankapping í Ungarn.

Hetta staðfestir Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.

Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 4-0 fyri Frankaríki, og móti bæði ungarsku vertunum og Bulgaria endaði tað 0-3.

Fróði Benjaminsen er venjari hjá U19-liðnum. Fyrrverandi landsliðsliðformaðurin og teir á liði hansara vistu áðrenn, at tað ikki fóru at lættar uppgávar. Teir iðra seg serliga um, at man ikki fekk nakað burturúr seinasta dystinum: 

- Vit vistu frammanundan, at hetta kundi gerast tungt, og tað bleiv tað eisini. Í fyrsta dystinum vóru vit greitt við undirlutan, men komu meira við ímóti Ungarn og Bulgaria. Serliga í síðsta dystinum spæla vit rættuliga væl og koma til nógvar kjansir. So har kundi sæð betri út, men vit taptu heldur óuppiborið

Fraklendingar vunnu sum væntað bólkin við níggju stigum. Ungarn og Bulgaria fingu fýra stig í part, meðan Føroyar endaðu aftast við ongum stigi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder