Tað hevur ligið í luftini í eina tíð, og í dag kann Hondbóltssamband Føroya staðfesta tað:
- Hóast føroyska U20-kvinnulandsliðið ikki vann seg til HM-endaspælið upprunaliga, so hava Føroyar nú fingið eitt sonevnt wild card frá IHF.
Hetta er líknandi støða sum hjá U21-landsliðnum við monnum í fjør, sum fekk plássið hjá Nýsælandi - og endaði við at vinna bronsu.
At ungu føroysku kvinnurnar fara at standa seg so væl uppá avboð, er ósannlíkt. Men føroyska liðið hevur fleiri dygdarspælarar:
Sìðani U19 EM-endaspælið í fjør, hevur málverjin Gylta Djurhuus á Neystabø spælt fleiri A-landsdystir, millum annað í HM-endaspæli, og staðfest seg sum fyrsta málverja hjá Kyndil.
Gylta Djurhuus á Neystabø kom inn í fyrsta EM-undandystinum hjá A-landsliðnum í Reykjavík og gjørdi mun (Mynd: Sverri Egholm)
Joan Johannesen og Agatha Kjærbek Djurhuus eru tvær aðrar úr 06-árganginum, sum eisini hava gjørt vart við seg í SMS-deildini hetta kappingarárið. Báðar skifta til KA/Þór í bestu íslendsku deildini í summar.
Sí eisini: Joan: - Spennandi møguleiki fyri framman í Íslandi (Video)
Sára Berg á Lag var stóri spælarin í hálvfinaluni í Hoyvík í gjár, og í árgangunum eru eisini álopsprofilar sum Silja Geirsdóttir Eystberg (Kyndil) og Ró Reginsdottir (Neistin)
Sára Berg á Lag: - Mugu halda høvdið kalt
Lutakastið um bólkabýtið hevur longu verið, og eru Føroyar í bólki H saman við Kroatia, Japan og Noreg.
Endaspælið verður leikt í Jinzhong í Kina í døgunum 24. juni til 5. juli, staðfestir HSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald