
Eftir eina U21-kapping er eitt nátúrligt skifti. Tveir árgangir gerast ov gamlir til U21-fótbólt, og pláss verður fyri øðrum.
Føroyar stóðu seg væl í seinastu EM-undankapping. Liðið, sum Eyðun Klakstein og Atli Gregersen tá vóru venjarar hjá, endaði nummar fýra av seks liðum við tíggju stigum.
Um hugt verður eftir spælarunum frá kappingini í 2023 og 2024 eru næstan eingir eftir.
Áki Samulsen og Heini Fossdalsá Sørensen spældu í flestu dystunum. Teir eru báðir 04'arar og hava harvið aldur enn, men Heini meiddi seg so mikið í dysti móti Víkingi í síðstu viku, at dugnaligi HB-miðvallarin ikki er tøkur í kvøld. Jón í Horni Nielsen úr 07 Vestur er komin í hópin í hansara stað.
Jákup Norðoy Vilhelmsen (B68, fyrr KÍ) var nógv við tó at hann ikki spældi so nógvar minuttir. Hann er eisini 04'ari.
Mattias Hellisdal og Árni Nóa Atlason verða helst at síggja á føroyska miðvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)
Annars verður tað í kvøld talan um spælarar, ið ikki hava spælt á U21-landsliðnum áður. Spenanndi verður at síggja ungar menn sum Mattias Hellisdal royna at gera vart við seg her eisini - hópurin sæst niðast.
Ólavur Mikkelsen er eisini nýggjur sum landsliðsvenjari. Fyrrverandi Víkinga-hjálparvenjarin er eisini eitt spenanndi venjaranavn - afturat sær hevur hann Poul N. Poulsen.
Teir hava ikki havt so leingi at arbeitt við hópinum. Liðið hevði nakrar venjingar saman í mars og hevur verið savnað í nakrar dagar nú í vikuni. Estlendingar komu til landið týsdagin - Estland spældi venjingardystir í mars.
Tað er tvey lið, sum eru styrkismett tætt at hvørjum øðrum, og talan gerst vónandi um ein tættan dyst í Klaksvík. Hann byrjar klokkan 18. Atgongumerki fáast HER
Til ber at fylgja gongdini í dystinum ovast á portal.fo. Televarpið vísir dystin - á R1.
Føroyski hópurin til dystin:
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Aron Reinert Hansen, B68 Toftir
Jákup Vilhelmsen, B68 Toftir
Jónas Prior, 07 Vestur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Bjarti Thorleifsson, Skála ÍF
Jógvan Gullfoss, B36 Tórshavn
Mattias Hellisdal, B36 Tórshavn
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Marjus Nón, B68 Toftir
Silas Gaard, 07 Vestur
Jón í Horni Nielsen, 07 Vestur
Áki Samuelsen, Ranheim Fotball (Noreg)
Jóhan Josephsen, B68 Toftir
Bartal Páll Klein, HB Tórshavn
Aron Benjaminsen, Kristiansund BK (Noreg)
Ísland, Luksemborg, Sveis og Frakland eru hini liðini í bólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald