
Sveis stendur sum stórfavorittur til uppgerðina hjá veddingarfyritøkunu, og gestunum tørvar stig á Tórsvølli.
Sveis hevur spælt tveir dystir færri enn Føroyar í EM-undankappingini men spældi javnleik á heimavølli móti Ísland fríggjadagin.
Tað er bert eittarin í bólkinum, sum kemur til EM-endaspælið í 2027, meðan tvey'arin skal spæla play-off. Frakland er eftir øllum at døma greitt sterkasta liðið í bólkinum og vann í gjár 6-1 á Estlandi. Tað á pappírinum næststerkasta, Sveis, sær í løtuni út til at fara at kappast við fyrst og fremst Føroyar um 2. plássið.
Heini Fossdalsá Sørensen bjóðar av móti Fraklandi. Fyrstu umførini vísti hetta liðið av álvara, at man kann bjóða av í hesum (Mynd: Sverri Egholm)
Ungu føroyingarnir hava sleikt sárini, eftir at teir als ikki vóru við í dystinum móti Fraklandi fríggjadagin. Teir hava tó avrikað ógvuliga væl í hinum undankappingardystunum, og sjálvsáltið frá teimum trimum sigrunum man framvegis sita.
Sí eisini: Jákup Vilhelmsen: - Frakland er nógv tað besta landsliðið eg havi spælt ímóti
Helst vera onkrar broytingar á føroyska liðnum í dag. Dysturin á Tórsvølli byrjar klokkan 18. FM1 sigur frá honum - til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.
Undankappingin til EM 2027
Týsdagin 14. oktober á Tórsvølli
18.00: Føroyar - Sveis
Støðan í bólkinum
1. Føroyar 9 stig (4 dystir)
2. Frakland 6 stig (2 dystir)
3. Sveis 4 stig (2 dystir)
4. Ísland 2 stig (3 dystir)
5. Estland 2 stig (5 dystir)
6. Luksemborg 1 stig (2 dystir)
Klokkan 17.55 sita Pætur Nolsøe og Jóan Pauli Jakobsen til reiðar á Tórsvølli at siga frá spenanndi dystinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald