Fótbóltur

UEFA setur sjóneykuna á fótbóltsumhvørvið hjá teimum, ið bera brek

Kannað verður, hvussu atkomumøguleikarnir eru til fótbóltsvøllir, og hvussu trivnaðurin kann gerast betri í øllum limalondum hjá evropeisku fótbóltssamgonguni – Fram til 29. mai ber til at luttaka í spurnakanningini.

(Mynd: UEFA)

(Mynd: UEFA)

2025-05-22 19:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvussu eru atkomumøguleikarnir hjá teimum, ið bera brek, til fótbóltsvøllirnar kring landið? Og hvussu kann trivnaðurin við vøllirnar gerast betri?

Í næstum fer UEFA undir at kanna hesi viðurskifti.

Kanningin verður gjørd í øllum 55 limalondunum í evropeisku fótbóltssamgonguni, og fyri Fótbóltssamband Føroya verður uppgávan at fáa so nógv sum tilber at svara einum spurnaskema, ið UEFA hevur gjørt.

Tá innkomna tilfarið er blivið viðgjørt og greinað, fær FSF eina serskilta frágreiðing við føroysku svarunum, sum síðani verður grundarlag fyri at arbeiða víðari við. Svarini, ið koma úr Føroyum, fara at geva okkum innlit í, hvussu fólk, ið bera brek, uppliva fótbóltsumhvørvið í Føroyum, og hvat kann gerast betri, skrivar heimasíðan hjá FSF.

Øll kunnu taka lut í spurnakanningini – eisini avvarðandi – sum á ein ella annan hátt bera brek.

Spurnakanningin, sum tekur umleið 20 minuttir at svara, kann svarast her. Freistin at svara er hósdagin 29. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder