
Fyrsti dysturin í 23. umfari í Betrideildini verður spældur í kvøld. Tað er B68, sum tekur ímóti grannunum NSÍ.
Tá liðini hittust fyri smáum sjey vikum síðani á sama staði, var eingin ivi. B68 var í roynd og veru heppið at sleppa við einum 3-1 tapi móti vælspælandi NSÍ-liðnum.
Síðani hevur venjaraskifti verið á Svangaskarði. Fróði Benjaminsen tók í landsliðssteðginum yvir fyri Jákup á Borg, sum nú er ítróttarstjóri hjá B36. Í fyrsta dystinum hjá Fróða sum oddamanni í barndómsfelagnum, vann B68 2-1 á Eiði.
Sí eisini: B68 vann í fyrsta dystinum hjá Fróða Benjaminsen við róðrið
Tað er NSÍ, sum hevur greitt meira at spæla fyri enn B68, nú fimm umfør eru eftir. Um NSÍ skal prika KÍ eitt sindur, so krevst ein sigur í hvørjum dysti. Men tað er 2. plássið, sum er tað meira veruleikakenda. Um Víkingur ikki vinnur steypafinaluna móti KÍ, so gevur 2. plássið í landskappingini víðari beinleiðis luttøku í 2. umfari í Conference League næsta ár - og harvið meira tryggjaðan pening.
NSÍ hevur vunnið sjey av sínum seinastu átta dystum og er í løtuni tvey stig frammanfyri HB í stríðnum um 2. plássið.
Hóast B68 er í einum ongamannalandi og stríðist um eitt 6. pláss, so merkja hesir dystirnir nógv á eystara armi á Skálafjørðinum. B68 hevur eisini eitt 11-0 frá fyrr í ár at hevna.
Dysturin á Svangaskarði byrjar klokkan 18.30. Rúni á Reynatrøð sigur frá á FM1. Til ber at fylgja gongdini í dystinum ovast á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald