2025-09-18 15:35

Eins og í fjør, er føroysk umboðan í Youth League, sum er Champions League fyri ungdómslið.
Tað eru U17-meistararnir, sum vinna sær plássið, og hesaferð er tað Víkingur.
Talan er tó um spælarar í U19-aldri, sum spæla. Á liðnum er millum annað Arnór Brandsson, sum hevur spælt nógv á besta liðnum í seinastuni.
Víkinga-liðið (Mynd: Víkingur)
Víkingur skal stríðast við estiska Narva Trans í tveimum dystum. Fyrri dysturin er á útivølli. Uppgerðin í Tallinn byrjar klokkan 15.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald