Um ein helt, at KÍ og HB av álvara høvdu skrætt seg burtur heldur tungari gongd, so kann man trúgva umaftur.
Í øllum førum útfrá teimum báðum fyrstu dystunum í 8. umfari í Meistaradeildini. Báðir byrjaðu klokkan 15 - í báðum tók eitt stórfelag og topp-tvey felag móti einum uppflytara á heimavølli. Og í báðum førum endaði tað við javnleiki.
HB legði seg á odda í 13. minutti við góðum máli. Tað var nigerianski Ebiye Moses, sum setti bóltin niður í longra málhornið við høgra fótinum. HB hevði eisini gott tamarhald á í 1. hálvleiki
AB fall ikki í fátt og var omaná eftir steðgin. Og í 82. minutti javnaðu argjamenn, sum hava gjørt hol í sjógvin í ár. Tað var 19-ára gamli Heðin Olsen, sum valdi júst tí røttu tíðina at skora sítt fyrsta mál í Meistaradeildini.
HB hevur bert fimm stig fyri sínar seinastu fimm dystir í landskappingini. Og AB og HB standa jøvn: Við 11 stigum og málúrttøkuni minus 1:
![]()
Støðan í løtuni
KÍ er eitt stig frá fyrsta plássinum, men eftir dystin móti Skála í dag, hava greipuvinnararnir "mist stig" í trimum dystum, har mótstøðuliðið er eitt av "botn-fimm liðunum": Móti EB/Streymi, AB og nú Skála.
Liðið hjá Magnusi Powell vísti styrki móti HB í Gundadali, men í dag vísti KÍ so at at siga einki á heimavølli móti nummar 10 í deildini. Nakrar vandastøður vóru, og serliga hevði Jóannes Kalsø Danielsen ein stóran møguleika.
Men KÍ-spælið hekk illa saman, uttan millum annað Jákup B. Andreasen, tað gekk seint fyri seg, og Skála stríddist fyrimyndarliga væl.
Bjarti Thorleifsson var nær við, við beinleiðis frísparki. Fjórða dystin á rað vann Skála stig móti einum av vanligu topp-fimm feløgunum (B36, Víkingi, NSÍ og nú KÍ). Í trimum teirra hava uppflytararnir hildið málið reint. Skjótt skal Skála eisini hava sigrar.
Í løtuni spæla B68 og EB/Streymur á Svangaskarði.
8. umfar í Meistaradeildini
Í dag, sunnudagin 3. mai
HB - AB 1-1 (1-0)
Meira um dystin her
KÍ - Skála 0-0
Meira um dystin her
17.15: B68 - EB/Streymur - Lurta eftir FM1 nú
Í morgin, mánadagin 4. mai
B36 - NSÍ
Víkingur - 07 Vestur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald