Fótbóltur

Úr Kasakstan til Føroyar at spæla ímóti Kasakstan

Jóannes Bjartalíð hevur hetta kappingarárið roynt seg í bestu deildini í fyrsta mótstøðulandinum hjá Føroyum í Nations League. Meginpartin av spælarunum hjá Kasakstan spæla í somu deild - ein deild sum á pappírinum er nakað betri enn tann føroyska.

Jóannes Bjartalíð, her í dysti móti Kasakstan í Kroatia í fjør. Nú eru stig uppá spæl - Bjartalíð og mótstøðumenninir hava ferðast langt (Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes Bjartalíð, her í dysti móti Kasakstan í Kroatia í fjør. Nú eru stig uppá spæl - Bjartalíð og mótstøðumenninir hava ferðast langt (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-23 17:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki serliga ofta, at Føroyar spæla ímóti einum landi, har har ein ella fleiri á føroyska liðnum spæla dagliga. Tað kom millum annað fyri móti Noreg í 2019 og Danmark í árunum aftaná - nú er talan um eitt meira eksotiskt dømi.

Jóannes Bjartalíð hevur nýtt meginpartin av sínari tíð í 2026 í Kasakstan. Klaksvíkingurin spælir í bestu fótbóltsdeildini í fjarskotna landinum; hetta fyri felagið Qyzyljar. 

Tað hevur gingið eitt sindur misjavnt hjá liðnum, sum liggur beint omanfyri niðanflytingarstrikuna. Venjarin, ið byrjaði árið, er eisini uppsagdur. Talan er um fyrrverandi Skála- og  KÍ-miðverjan Milic Curcic.  

Jóannes Bjartalíð hevur verið flúgvandi í onkrum dysti, men tað hevur eisini verið upp og niður hjá honum. Tilsamans hevur føroyski landsliðsspælarin tíggju málstig - fýra mál og seks upplegg í 23 landskappingardystum.

Síðsta vikuskifti ferðaist 30-ára gamli miðvallarin longu leiðina heim til Føroyar. Nú fyrireika Jóannes og hinir seg at taka ímóti Kasakstan, og kann spælarin úr "Premier Liga" fáa ein stóran leiklut fyri Føroyar.

[object Object]
Jóannes Bjartalíð til venjing á Tórsvølli týsdagin (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

23 spælarar úr heimligu kappingini

Føroyar vunnu 1-0 í venjingardysti móti Kasasktan í november í fjør. Harvið er mótstøðan ikki púra ókend, og Jóannes Bjartalíð, sum eisini spældi í tí dystinum, hevur uppaftur betri fyritreytir at kenna mótsstøðuna: 23 av teimum 28 í hópinum hjá Kasaskstan spæla í heimligu kappingini.

Millum teir, ið ikki gera tað, er verjuspælarin og liðformaðurin Nuraly Alip. Hann spælir til dagliga í Zenit St. Petersburg, og tveir aðrir eru eisini í russisku deildini. Islam Chesnokov, ein av álopskendu profilunum, spælir við skotska Hearts, sum fyri stuttum keypti Aron Benjaminsen úr Víkingi. Málverjin hjá Kasakstan er eisini málverji hjá meistaraliðnum í Asebadjan, Sabah. Liðið er í Champions League og hevur fyri stuttum spælt á Old Trafford.

Kasakstan er styrkismett tólv pláss omanfyri Føroyar á FIFA-styrkislistanum (111-123), og deildin er eisini á pappírinum nakað betri enn tann besta føroyska. Sambært UEFA-stykistølunum, ið byggja á evropeisk úrslit seinastu fimm árini, er Premier Liga á 38. plássi og Meistaradeildin á 41.plássi.

Ein orsøk til at so nógvir spæla í heimlandinum, skal eisini finnast í fíggjarligu styrkini hjá fleiri feløgum í landinum. Kairat Almaty og Astana hava bæði verið í bólkaspæli/deildarspæli í Champions League 

Føroyar og Kasakstan spæla á Tórsvølli leygardagin 26. September klokkan 17. FM1 og Portalurin hava nógv landsliðstilfar næstu tíðina
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder