Fótbóltur

Útselt til landsliðsbrakið fríggjakvøldið

Yvir 500 kroatar og fleiri túsund føroyingar fara at seta sín dám á Tórsvøll í morgin. Hetta er fyrstu ferð í fýra ár, at tað er útselt.

Umleið 5.000 áskoðarar kunnu væntast til Føroyar - Kroatia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Umleið 5.000 áskoðarar kunnu væntast til Føroyar - Kroatia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-04 12:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um ein nú fer inn á "Føroyar - Kroatia" á fsf.atgongumerki.fo nú, so sær tað soleiðis út:

[object Object]Tað sær út til at vera stórur spenningur um hendan HM-undankappingardystin, og lagt er upp til eitt frálíkt fótbóltskvøld í Føroyum - um ikki kroatar vísa seg at vea alt ov sterkur. 

Á Tórsvølli eru nakað yvir 5.000 setur. Bólkur 103, tann triðji frá Fimi á eystursíðuni, kann ikki vera fullur av trygdarávum.

Sí eisini: Rokna við umleið 600 kroatiskum áskoðarum á Tórsvølli

Harvið verða umleið 5.100 fólk á Tórsvølli í annaðkvøld, um øll sum nú hava ogna sær atgongumerki møta upp.

Hetta er eitt stórt prosenttal, í mun til íbúgvartalið í Føroyum.

Huglagið kring føroyska landsliið tykist gott, og so lokkar mótstøðuliðið - við serliga onkrari stjørnu - sjálvandi hesaferð.

Sí eisini: Føroyar - Kroatia fyri fyrstu ferð

Hetta er eisini fyrstu ferð, síðani at Danmark vitjaði - fyri júst fýra árum síðani í dag - at tað er útselt til landsdyst á Tórsvølli. Til ein annan dyst í 2021, móti Skotlandi, vóru yvir 4.600 fólk á Tórsvølli.

Tøl: FaroeSoccer og FSF

HM-undankapping 4. umfar: 
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli
19.45 Føroyar - Kroatia

Meira úr landsliðslegunum seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder