Fótbóltur

Vakrasta landsliðsvikan sum hevur verið higartil

Føroyska manslandsliðið hevur bergtikið og vunnið nógv hjørtu - met eru tikin, og mílasteinar náddir. Nú snýr tað seg um at byggja á sigrarnar.

Føroysku spælararnir stórfegnast saman við Skansanum og hinum eftir enn ein sigur á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku spælararnir stórfegnast saman við Skansanum og hinum eftir enn ein sigur á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-13 11:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í september 2020 vunnu Føroyar fyrst 3-2 á Malta á Tórsvølli eftir frálíka vend móti endanum og tríggjar dagar seinni 1-0 við professionellum avriki í Andorra.

Hetta vóru teir fyrstu dystirnir hjá Håkani Ericson. Tíverri vóru eingir áskoðarar á Tórsvølli, tá Brandur Hendriksson Olsen høgri bóltin í málhornið við frísparki í yvirtíðini.

Harvið hava Føroyar áður gjørt rent borð í einum landsliðsvindeyga (einari landslðsviku). Manslandsliðið vann eisini hendan Nations League-bólkin, við Malta, Andorra og Lettland vð tólv stigum fyri seks dystir.

[object Object]
Stór frøi á Brandi, umframt høvðsvenjaranum úr Svøríki og hjálparvenjaranum Eli Hentze. Hetta var fyrri sigurin í tí landsliðsvindeyganum hjá Føroyum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Í núverandi EM-undankapping hava Føroyar 12 stig fyri sjey dystir. Harvið er hetta stigamet í einari EM/HM-undankapping. Talið 9 frá 2016-2017 er nú á 2. plássi.

Eitt er, at man hevur koppað lægst styrkismetta Gibraltar tvær ferðir. Men liðið hjá Eyðuni Klakstein setti í júst farnu viku Montenegro og Kekkia uppá pláss. Hetta eru lið, sum lógu ávikavist nakað yvir 40 og beint yvir 90 pláss omanfyri okkum á FIFA-styrkislistanum, har Føroyar taka stór fet fram næstu ferð.

Hetta er eisini fyrstu ferð, at føroysku menninir hava eitt so gott landsliðsvindeygað - spæla tveir so góðar dystir í einu og somu viku.

Í tíggju royndum móti Kekkia/Kekkoslovakia høvdu Føroyar ikki fingið stig - man hevði ikki skorað móti kekkum fyrrenn Gunnar Vatnhamar leyp uppum Thomas Soucek í Kekkia í mars (1-1 málið í 2-1 tapinum). Tá var ógvuliga nær við, at Føroyar spældu javnleik; í gjárkvøldið vann liðið hjá Eyðuni Klakstein ein søguligan sigur.

[object Object]
Jóannes Bjartalíð fagnar Martini Agnarsson, sum skoraði avgerandi málið 

[object Object]Ein søt sjón (Myndir: Sverri Egholm)

Hetta er fyrstu ferð, at Føroyska A-landsliðið hevur vunnið tríggjar sigrar á rað. Og tað er ongantíð áður komið fyri, at man á pappírinum enn hevur møguleika at koma til eitt endaspæl áðrenn seinasta umfari í einari undankapping.

Gamaní skal eitt slag av unduri til: Føroyar skulu fáa betri úrslit í Kroatia, enn Kekkia fær móti Gibraltar. Men føroyingar fara um ein mánaða niður á Balkan við hugburðinum: Hví skulu vit ikki eisini skapa eitt úrslit her?

Tapini móti júst Kroatia (heima) og Kekkia og Montenegro úti vóru so tepur so gjørligt. Høvdu føroyingar verið tað hepnari og eitt lítið sindur neyvari í nøkrum støðum har, so hevði man verið ógvuliga nær einum endaspæli nú. Tað er ómetaliga flott.

[object Object]
Skansin og fjøldin sum heild á Tórsvølli hoyrdust aftur ógvuliga væl í gjár. Tokkin til manslandsliðið eigur bara at vera veksandi (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Eyðun Klakstein hyggur at - hann hevur saman við toyminum fingið nógv ting at sita á føroyska liðnum. Føroyar hava fimm sigrar í níggju kappingardystum seinastu ellivu mánaðirnar (Mynd: Sverri Egholm) 

Tað valdar ein ógvuliga sterk trúgv uppá tingini í samkynjaða føroyska hópinum. At Eyðun Klakstein hevur staðið seg ógvuliga væl sum høvuðsvenjari er eingin ivi um. Hansara dygdir, umframt samansetingin við serliga Atla Gregersen og tað at man enn hevur Magna Mohr sum kropsligan venjara, hóska landsliðnum ógvuliga væl. Ein greið og góð ætlan bygt á royndir, umframt trúgv uppá tingini skína ígjøgnum

Og so er tað hugburðurin og úttrykkið: Vit eru sterkir, seigir, strævnir at spæla í móti...kyniskir, djarvir og saman í øllum lutum.

Tað er torført at pilka einstaklingar burturúr efttir 4-0 móti Montenegro og 2-1 móti Kekkia inann tríggjar dagar. Men sterki verjuparturin, snildni, mongu og røttu metrarnir á miðjuni og í síðunum, málstigini hjá Hanusi Sørensen og Árna Frederiksberg og munin, sum innskiftarar gera, siga nógv.

Júst tað at man ger tríggjar broytingar frá byrjan í mun til framúr dystin hósdagin, og at mennininir sum koma inn avrika so væl - royndir sum óroyndir - sigur nakað. Og tað ger tað sanniliga eisini, at innskiftarar aftur gera mun. 3 av 4 málstigum móti Kekkia komu frá bonkinum.

[object Object]
Martin Agnarsson skoraði beint eftir, at hann kom inn saman við Jóannes Bjartalíð - ið eisini var við í 2-1 málinum. Innskifti Meinhard Egilsson Olsen legði upp - frammanundan stóð Jóan Símun Edmundsson seg væl sum fremsti maður, meðan Geza Turi spældi ein flottan dyst á miðvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

Sí allar myndirnar frá søguliga dystinum á Tórsvølli her

Nú kunnu føroyingar fegnast, og so byggja víðari á hetta. Sum venjari og spælarar søgdu í gjár: Her býr nógv í liðnum og uppaftur meira, enn vit sóu hesar deiligu og søguligu heystrdagarnar á Tórsvølli við seks stigum og sterkum føroyskum úttrykki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder