Fótbóltur

Valdi NSÍ fram um KÍ: Fekk bestu treytirnar og kann spæla við nøkrum av tættastu vinmonnunum

Meinhard Egilsson Olsen sigur við bolt.fo, at tilboð eisini vóru úr Íslandi og Finnlandi, men at tað gav mest meining at venda aftur til Føroya. Áleyparin er tøkur í kvøld, tó at leikluturin kanska ikki verður tann størsti enn.

Meinhard Egilsson Olsen var við á Malta men ikki tøkur - tað er hann, nú 2. umfar er á gáttini (Mynd: Hjalmar Jóhan Juul)

Meinhard Egilsson Olsen var við á Malta men ikki tøkur - tað er hann, nú 2. umfar er á gáttini (Mynd: Hjalmar Jóhan Juul)

2026-07-23 12:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Har vóru eisini møguleikar í Íslandi og Finnlandi, men í mun til familju, fótbólt og fyritøku gav tað best meining at venda aftur til Føroyar. Har stóð tað millum NSÍ og KÍ - tað er eingin loyna, men fekk bestu treytirnar við at skriva undir við NSÍ, og her kann eg  spæla við nøkrum av tættastu vinmonnunum.

Soleiðis greiddi Meinhard Egilsson Olsen bolt.fo frá avgerðini at venda aftur til Føroyar og barndómsfelagnum, tá fótbóltsmiðilin hitti nýggjasta NSÍ'arin við Djúpumýru í gjár. 

Har vandi NSÍ í sambandi við evropeisku uppgerðina móti FC Koper. Slovenski hópurin er framvegis ikki komin fullfíggjaður til Føroyar, men tað sær út til at fara at ganga við rutuflogførum seinnapartin.

Les eisini: Koper-hópurin kemur til Føroya við rutuflogførum úr Keypmannahavn

Meinhard Egilsson Olsen sigur við bolt.fo, at hann hevur fingið vant fult í eina tíð. Men vantandi dystarvenjing eftir skaðan ger, at landsliðsspælarin mest sannlíkt ikki fær spælt í kvøld.

Men 29-ára gamli runavíkingurin kann fáa leiklut fyri NSÍ í Conference League í kvøld; hann hevur ikki umboðað barndómsfelagið í 11 ár og ikki spælt evropeiskan dyst.

Sí eisini: Meinhard Egilsson kann í morgin spæla sín fyrsta evropeiska dyst síðani 2020

Sí samrøðuna, sum Jákup Ósa gjørdi við Meinhard Egilsson Olsen eftir NSÍ-venjingina í gjár

Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli við Djúpumýru
19.45: NSÍ - FC Koper

FM1 sigur frá dystinum og Portalurin fylgir gongdini

Sí eisini: NSÍ spælir søguligan dystin móti slovensku silvurvinnarunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder